Kalendari

01
jun

Útivikan 2020

Frá mánadegnum 1. juni og fram til sunnudagin 7. juni verður skipađ fyri útiviku í Sjóvar kommunu.

Vegna korona eru tíverri fleiri áhugaverd afturgangandi tiltøk ikki á skránni í ár. Av hesum kunnu nevnast gongutúrar við frásøgufólki, grilling og spøl við vøllin, vatnkríggj v.fl. Vit hava tó ikki slept hesum tiltøkum heilt og fara, um tilmæli og leiðreglur viðvíkjandi korona broytast, at skipa fyri hesum tiltøkum seinni í summar.

Tað eru tó nógv onnur spennandi og forkunnug tiltøk á verandi skrá.

Vit vóna, at tit taka væl undir við tiltøkunum og seta hesar dagarnar av til Útivikuna.

Meira kunning um tey ymisku tiltøkini kemur so líðandi her á heimasíðuni.

Øll tiltøkini á Útivikuni eru ókeypis.

 

Skráin


Mánadagur 1. juni (2. hvítusunnudagur)

Kl. 15.00: Uttandura fótbóltsgolf – við Aage Dyssegaard.

  • Byrjað verður við bygdahúsið á Strondum.
  • Reglur og stigakort verða útflýggjað við byrjan.
  • Havið egnan fótbólt við!!
     

Týsdagur 2. juni

Kl. 11.00-12.00: Venjing fyri pensionistar (67+) á vøllinum við bygdahúsið á Strondum.

  • Fysioterapeutar hjá Roðanum hava venjingina.
  • Øll eru vælkomin, eisini tey sum ikki plaga at venja í høllini á Skála.
  • Aftaná verður okkurt leskandi at fáa.
     

Kl. 18.00: Súkklutúrur saman við Rynkeby-súkklarunum.

  • Møtast við FIFA-vøllin Innan Glyvur og súkkla út á Strendur.
  • Súkklað verður róliga, so bæði børn og vaksin eru vælkomin við.
  • Minnist til hjálmin.
  • Súkklutúrurin endar við Stranda skúla, og tá verður svimjihylurin opin (ókeypis atgongd).
     

Mikudagur 3. juni

Kl. 17.00: Túrur niðan á Halgafelstind

  • Finnleif Mortensen verður ferðaleiðari á túrinum.
  • Túrurin byrjar við viðarlundina á Selatrað.
     

Hósdagur 4. juni

Kl. 18.00: Staðarnavna-postarenning

  • Kenna tit væl staðarnøvn á Strondum? Nú sleppa tit at royna tykkum!
  • Byrjað verður við Missiónshúsið á Strondum.
  • Postarenningin er fyri øll, bæði børn, vaksin og eldri.
     

Fríggjadagur 5. juni (Fyribils útsett vegna veður)

Kl. 17.00: Krabbaveiða á Kumlum (á eystursíðuni í Tanga) – Havið glúp og spann við.

 

Leygardagur 6. juni

Sjóvar kommuna fyriskipar ikki nakað tiltak hendan dagin, men Sjóvar Fornminnafelag hevur garðdag á Høvdanum. Byrjað verður kl. 09.30 við morgunkaffi. Øll eru vælkomin. Sí meir kunning á facebooksíðuni hjá Sjóvar Fornminnafelag.

 

Sunnudagur 7. juni

Kl. 14.30: Gongutúrur eftir varðagøtuni av Selatrað til Skálafjørð.

  • Túrurin byrjar við viðarlundina á Selatrað.
  • Ferðaleiðari verður við á túrinum.
  • Havið egnan matpakka við.
  • Bussur koyrir frá Skálafirði til Selatraðar aftaná gongutúrin.
29
apr
Kommunustýrisfundur
27
mai
Kommunustýrisfundur
17
jun
Kommunustýrisfundur
26
aug
Kommunustýrisfundur
30
sep
Kommunustýrisfundur
28
okt
Kommunustýrisfundur
25
nov
Kommunustýrisfundur
16
des
Kommunustýrisfundur

Send boð til Sjóvar kommunu