Kalendari

22
feb

Føstulávintstiltak í bygdahúsinum

Føstulávintshald verður í bygdahúsinum á Strondum leygardagin 22. februar kl. 15.00.

Á skránni verður tunnusláttur fyri børn og vaksin, okkurt til matna og ein barnafilmur í bio-salinum.

Vit hava keypt fleiri tunnur og fara tí at sláa í ymiskum bólkum.


Tunnuslátturin verður skipaður soleiðis:

Kl. 15.00:                    Børn (uml. 0-3 ár) og børn (uml. 4-7 ár) sláa tunnu.

Uml. kl. 15.30:            Børn í 1. - 4. flokki og í 5. - 10. flokki sláa tunnu.                          

Uml. kl. 16.00:            Kvinnur og menn sláa tunnu.


Kattakongar fáa vinningar, og hjá vaksnum verður eisini ferðasteyp latið vinnaranum.

Kl. 16.00 verður barnafilmur vístur í bio-salinum, ímeðan tey vaksnu sláa tunnu.

Møguligt verður eisini at fáa okkurt at eta, meðan tunnuslátturin er. Matarskráin verður pylsur og breyð við tilhoyri.

Vit heita á øll (børn og vaksin) um at klæða seg í grýluklæði til tiltakið. Man er tó vælkomin uttan grýlubúna. 

Tey yngstu sláa fyrst, men øll eru vælkomin at møta kl. 15.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið – við vón um góða undirtøku bæði frá børnum og vaksnum.

Alt tiltakið er ókeypis.

27
jan
Lítlisalur, køkur og bio-salur útleigað
28
jan
Lítlisalur, køkur og bio-salur útleigað
29
jan
Kommunustýrisfundur
06
feb
Lítlisalur og køkur útleigað
07
feb
Alt húsið útleigað
08
feb
Alt húsið útleigað
12
feb
Alt húsið útleiga frá kl. 20
13
feb
Alt húsið útleigað

Send boð til Sjóvar kommunu