Kalendari

Ársaðafundur 2021 - Skála Ítróttarfelag
Ársaðalfundurin hjá Skála Ítróttarfelag verður hóskvøldið 25. februar kl. 19.00 í bygdasalinum í Ítróttarhøllini á Skála.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Møgulig mál til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.
Formaðurin hjá Skála Ítróttarfelag, Ingi G. Hansen, skrivar soleiðis á facebook í samband við aðalfundin:
Nýtt ár og nýggj mál
Hóast árið 2020 var eitt tungt ár fíggjarliga, so vóru nógvir sigrar og nógv at gleðast um. Fjølmiðlarnir vistu at siga herfyri, at Skála Ítróttarfelag var tað mest vinnandi felagið í farna kappingarári. Hetta fegnast vit almikið um, tí tað boðar frá at vit gera eitt gott og rætt barna- og ungdómsarbeiði. Skála Ítróttarfelag hevur ikki bert fokus á stigatalvur og vunnar dystir. Vit vilja skapa eitt sunt og stimbrandi umhvørvi fyri okkara børn og ungu, har tey mennast bæði sum einstaklingar og sum luttakarar í felagsskapinum. Hetta er grundarlagið fyri at vinna dystir og steyp. Tað er m.a. hetta evni, sum vit fara at tosa um á aðalfundinum. Vit fegnast um at øll fólkini, sum eru í nevndini, longu hava játtað at halda fram. Tí skuldi ongin orsøk verið, at hildið seg aftur at koma á fundin.
Vónandi møta vit fjølment við góðum hugskotum og hugburði, soleiðis at vit øll fara heimaftur við styrktum áræði og vón um eitt gott komandi kappingarár. Fundurin skal vera hugnaligur og kveikjandi, so køkur, kaffi og te verður eisini at fáa.
Vit síggjast 25. februar kl 19.00