Kalendari

03
nov

Valfundur til kommunstýrisvalið 2020

Í sambandi við kommunuvalið, sum verður 10. november, verður skipað fyri almennum valfundi í bygdahúsinum í morgin, týskvøldið 3. november, kl. 19.00.

Valevnini fáa høvi til at greiða frá, hvørjum málum tey ætla at røkka, um tey verða vald í kommunustýrið.
Eftir framløgurnar verður høvi at seta valevnunum spurningar.

Tiltakið verður skipað eftir almennu koronutilmælunum, t.v.s., at bert eitt avmarkað tal av fólki sleppur til fundin í stórasali. Eisini verður møguligt at fylgja við fundinum í biosalinum. Tey, sum koma á fundin, verða skrásett við navni og telefonnummari. Vegna koronu bjóða vit ikki kaffi. 

Dyrnar til bygdahúsið lata upp kl. 18.30.

Øll fáa tó møguleikan at síggja valfundin, tí fundurin verður stroymdur og kann síggjast her: https://www.youtube.com/channel/UCNfDg_TBZPT9vXmPBMhkNlA/live

Sum fyrr nevnt, verður høvi hjá øllum at seta valevnunum spurningar, eisini hjá teimum, sum fylgja við heimanífrá. Spurningar kunnu sendast við SMS til tlf.nr. 232729. Vit vóna, at tit taka væl ímóti hesum møguleika og soleiðis eru við til at skapa eitt gott kjak í annaðkvøld. Vit taka okkum rættin at velja millum allar innkomnar spurningar.

Við vón um ein góðan valfund.

Vegna fyrireikararnar
Hans Petur Jacobsen

29
apr
Kommunustýrisfundur
27
mai
Kommunustýrisfundur
17
jun
Kommunustýrisfundur
26
aug
Kommunustýrisfundur
30
sep
Kommunustýrisfundur
28
okt
Kommunustýrisfundur
25
nov
Kommunustýrisfundur
16
des
Kommunustýrisfundur

Send boð til Sjóvar kommunu