Kalendari

04
jul

Pensjonistafelgið útferð

Leygardagin 4. juli fara vit útferð til Suðuroyar.

Farið verður frá pensionistafelagshúsinum kl. 05.30 stundisliga, møti í góðari tíð. Smyril siglir av Havnini kl. 07.00.
Á túrinum suður verður møguleiki at keypa morgunmat og norðuraftur er eisini møguleiki at keypa sær okkurt til matna, sum tit sjálvi gjalda fyri.

Í Suðuroy koyra vit við bussinum onkra útferð.
Á miðdegi verður farið í mentanarhúsið Salt at eta døgurða.
Seinnapartin er eisini pláss at fara ein túr við bussinum.
Ferðaleiðari av Tvøroyri verður við okkum allan dagin.

Túrurin kostar kr. 200,00 og skal gjaldast tá tit koma í bussin.
Seinasta freist at tekna seg til túrin er týsdagin 30. juni.

Tekningarlisti í pensionistahúsinum og undirhúsinum.

Eisini kann ringjast til nevndarlimirnar.
Martin Rasmussen, tlf. nr. 220864
Sigrun Danielsen, tlf. nr. 212450
Marjun Danielsen, tlf. nr. 273137
Samson Johansen, tlf. nr. 747786
Signar Jacobsen, tlf. nr. 747128

12
jul
Gongutúrur niðan á Skælingsfjall
01
aug
Konsert við Feyd - Summartónar
31
aug
Kommunustýrisfundur
04
sep
Eydnuhjól Barnaringurin
28
sep
Kommunustýrisfundur
17
okt
Eydnuhjól - Strálan
26
okt
Kommunustýrisfundur
23
nov
Kommunustýrisfundur
Send fyrispurning