Kalendari

02
jun

Venjing fyri pensionistar - Útivikan 2020

Í morgin, týsdagin 2. juni kl. 11.00-12.00, verður venjing fyri pensionistar (67+) á vøllinum við bygdahúsið á Strondum.

Roðin økistænastan bjóðar borgarum, sum eru 67 ár og eldri, til venjingar og samveru í ítróttarhøllini á Skála týs- og hósdagsmorgnar frá kl. 11.00-12.00.

Síðani korona legði land okkara í undantaksstøðu, hava ongar venjingarnar verið á Skála. Í samband við útivikuna hava fysioterapeutarnir hjá Roðanum játtað at hava eina venjing kl.11.00 úti á vøllinum við bygdahúsið á Strondum.

Á heimasíðuni hjá Roðanum, lýsa tey venjingarnar soleiðis: " Vit økja konditiónina og vøddastyrkina og betra balansuna. Hetta kann fyribyrgja fall og lívsstílssjúkur og stuðla undir vælveru og lívsgleði. Dentur verður lagdur á, at venjingarnar eru fjølbroyttar og at øll kunnu vera við."

Venjingin á vøllinum í morgin er ókeypis, og allir pensionistar (67+) eru hjartaliga vælkomnir at venja við, eisini tey sum ikki plaga at venja í høllini á Skála.

Aftaná venjingina verður okkurt leskandi at fáa.

Meir kunning, um venjingarnar hjá Roðanum, kann lesast her.

29
apr
Kommunustýrisfundur
27
mai
Kommunustýrisfundur
17
jun
Kommunustýrisfundur
26
aug
Kommunustýrisfundur
30
sep
Kommunustýrisfundur
28
okt
Kommunustýrisfundur
25
nov
Kommunustýrisfundur
16
des
Kommunustýrisfundur

Send boð til Sjóvar kommunu