Tíðindi

Jens bjóðar øllum at gerast partur av ljóðmynd
Føroyskur tónlistamaður bjóðar øllum heiminum at gerast partur av ljóðmynd
Jens L. Thomsen skal í september luttaka í World Expo 2025 í Osaka í Japan, og til høvið ætlar hann at gera eina ljóðmynd, RØDD, har røddir úr øllum heiminum eru partur av.
RØDD eitur nýtt listaverk, ið Jens L. Thomsen, listamaður, er í holt við at gera til World Expo 2025 í Osaka í Japan í september.
Í hesum sambandi kunngerð Jens L. Thomsen eina altjóða heimasíðu, sum savnar inn upptøkur av røddum úr øllum heiminum til verkið, sum hann lýsir sum eina livandi ljóðmynd.
RØDD verður frumsýnd í Norðurlendska skálanum á World Expo 2025 í Osaka, Japan, tann 4. september.
Skal byggja brýr
Luttakarar verða eggjaðir til at tosa á teirra móðurmáli og deila ein boðskap ella ein spurning.
“Í eini tíð við skilnaði og múrum, ynskir ljóðlistaverkið at byggja brýr,” sigur Jens L. Thomsen í tíðindaskrivi.
“Eg ynski at gera eina ljóðmynd har allar røddir savnast og tosa sum ein sameind rødd.”
Tær innsavnaðu røddirnar — sum allar hava ymiskt mál, málføri og orðbering — verða lagdar saman í eina støðugt broytandi ljóðmynd.
Á World Expo 2025 kunnu vitjandi gera nýggjar upptøkur á staðnum, har altjóða samrøðan fer at halda fram.
Soleiðis luttekur tú:
Tað er sera einfalt at luttaka í listaverkinum hjá Jens L. Thomsen.
Vitja: expo2025.jenslthomsen.com
Upptak eini stutt boð, upp til 10 sekund, á tínum móðurmáli.
Tín rødd er nú vorðin partur av ljóðmyndini.
Heimasíða og ljóðforrit vóru framleidd í tøttum samstarvi við Dirk Handreke. Miðberg stóð fyri UI-sniðgevingini.
Jens L. Thomsen er virðislønt tónaskald, ljóðlistafólk og tónleikaframleiðari.
Hann er upprunamaður handan verkætlanina ORKA, ið tvær ferðir hevur verið í uppskoti til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Ljóðmyndir hansara vera vístar um allan heim. Nevnast kunnu NORÐ (Southbank Centre, London), FØROYAR 5.2 (fjøll sum ljóðføri), ÆÐR (FM-ljóðmynd í Eysturoyartunlinum), og KOKS (Ljóðmynd til Michelin-virðisløntu matstovuna, sum beint nú verður víst á Nasjonalmuseet í Oslo, og seinni á ár í Seattle og New York).
Kelda: kvf.fo