Tíðindi

Eingin almenn móttøka fyri Team Rynkeby á Strondum
Vegna jarðarferð, verður eingin almenn móttøka fyri Team Rynkeby á Strondum í dag, hósdagin 26. juni, eins og ætlað og lýst ymsastaðni.
Sjóvar kommuna vil tó ynskja Team Rynkeby súkklarunum góða eydnu á ferð teirra til París.
Hetta er 12. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til París. Undirtøkan at vera við í felagsskapinum og áhugin at stuðla innsavningini til álvarsliga sjúk børn og familjur teirra er vaksin á hvørjum ári.
Aftur í ár verður súkklað í tveimum liðum: Team Rynkeby Føroyar og Team Sornfelli - ið er fjallaliðið, sum súkklar til París á øðrum sinni.
Súkklararnir fara av landinum 4.juli. Team Rynkeby Føroyar súkklar leiðina Danmark – Týskland – Holland – Belgia – Frankaríki, meðan Team Sornfelli byrjar í Geneve og súkklar í fronsku alpunum, áðrenn tey leggja leiðina norðureftir, har bæði føroysku liðini hittast og koyra saman inn til París tann 12. juli.