Tíðindi

02. jun 2025

Broyttar leiðreglur í samband við viðgerð av stuðulsumsóknum

Leiðreglur hjá Sjóvar kommunu í sambandi við árligar stuðulsumsóknir á frítíðar- og mentanarøkinum

§ 1: Endamál Stk. 1: Endamálið er at greina mannagongd og treytir í samband við árligan rakstrarstuðul til feløg og felagsskapir, sum reka frítíðarvirksemi og annað mentanarvirksemi í Sjóvar kommunu.
Stk. 2: Stuðul verður veittur samsvarandi játtan á árligu fíggjarætlanini hjá Sjóvar kommunu.

§ 2: Virksemi, sum kann fáa stuðul
Stk. 1: Rakstrarstuðul kann t.d. verða latin til:
a) Frítíðarvirksemi sum t.d. ítrótt og skótar
b) Listarligt og mentanarligt virksemi
Stk. 2: Stuðulin er treytaður av, at feløg og áhugabólkar sjálvi hava eina hóskandi eginíløgu til raksturin av virkseminum, so sum limagjøld, tiltøk, sølu o.a., umframt sjálvboði arbeiði.
Stk. 3: Stuðulin kann vera ein bruttoupphædd ella eitt gjald fyri hvønn skrásettan lim í felagsskapinum.

§ 3: Umsókn, viðgerð og treytir
Stk. 1: Umsitingin í Sjóvar kommunu tekur ímóti umsóknunum og fyrireikar tær til viðgerð í Mentanar- og Frítíðarnevndini.
Stk. 2: Stuðulsumsóknir verða viðgjørdar tvær ferðir árliga á regluligu fundum í Mentanar- og Frítíðarnevndini í apríl og oktober. Umsóknarfreistir eru 1. apríl og 1. oktober. Nevndin skal í viðgerðini vísa til tað sum er sett av á fíggjarætlanini.
Stk. 3: Kommunan skal í seinasta lagi eitt ár eftir roknskaparlok hjá einstaka felagsskapinum fáa góðkendan roknskap og ársfrágreiðing fyri undanfarna roknskaparár. Í ársfrágreiðingini skal verða greitt frá limatali, virksemi í árinum og ætlanum fyri framman, umframt, hvussu felagsskapurin arbeiðir fyri at tryggja framhaldandi menning av sjálvbodnum virksemi í felagnum.
Stk. 4: Játtaður stuðul verður ikki útgoldin fyrr enn felagsskapurin hevur latið inn góðkendan roknskap og ársfrágreiðing fyri undanfarna roknskaparár, og játtaður stuðul fellur burtur um treytirnar fyri innlating ikki verða fylgdar.

§ 4: Viðgerð og avgerð um stuðul
Stk. 1: Mentanar- og Frítíðarnevndin kann, um serligar umstøður tala fyri tí, víkja frá ásetingunum í hesi reglugerð.
Stk. 2: Hesar leiðreglur koma í gildi dagin eftir, at tær eru samtyktar.

Samtykt á kommunustýrisfundi 28. mai 2025

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
10. jun 2025
Fyrsta oljan komin í goymslutangarnar
10. jun 2025
Pensjónista­felagið í Sjóvar sókn Útferð til Norð­oyggjar
06. jun 2025
Gleðiliga Hvítusunnu
06. jun 2025
Broyting í ruskinn­savning­ini eftir Hvítusunnuna
03. jun 2025
Ársroknskapur 2024
02. jun 2025
Broyttar leiðreglur í samband við viðgerð av stuðuls­umsóknum
28. mai 2025
Ert tú heilsurøktari, heilsuhjálpari ella hjálpar­fólk? Vit leita eftir tær til heimatænastuna!
26. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai

Send boð til Sjóvar kommunu