Tíðindi

12. mai 2025

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum á vitjan í Sjóvar kommunu

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, hevur í dag, mánadagin 12. mai, verið á vitjan í Sjóvar kommunu.

Landsverk hevur ábyrgd av landsvegakervinum ið bindur bygdirnar í kommununi saman, líka av Selatrað til Innan Glyvur, og tí er týdningarmikið við góðum samskifti millum kommunu og landsmynduleikan.

Tosað varð um ymsar avbjóðingar runt um í kommununi, men høvðusdentur var á ynsktu íbindingina í landsvegin við Raktanga. Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri, kunnaði landsstýrismannin um avbjóðingina við allari ferðsluni gjøgnum bygdina, sum hevði kunna verið loyst, við áður nevndu íbinding.

Við hesum fundi ynskir Sjóvar kommuna at vísa nýggja landsstýrismanninum, at kommunan ynskir at verða ein góður viðleikari, til tess at finna skilagóðar loysnir á avbjóðingarnar við landsvegnum gjøgnum kommununa.

Sjóvar kommuna takkar nýggja landsstýrismanninum fyri vitjanina, og vónar at land og kommuna, saman, finna fram til góðar loysnir, okkum øllum at gagni.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mai 2025
Ert tú heilsurøktari, heilsuhjálpari ella hjálpar­fólk? Vit leita eftir tær til heimatænastuna!
26. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai
26. mai 2025
Námsfrøð­ingar til Lítlafløtt
26. mai 2025
Myndarøð- Kvinnu­kvøldið 2025
26. mai 2025
Uttandura hondbóltskapping
26. mai 2025
Kom-Út-Vikan. Sjónleikur í Strandatúni
26. mai 2025
Kom-Út-Vikan. Málninga­framsýning í Heygsstøð
26. mai 2025
Broyting í ruskinn­savning­ini í viku 22

Send boð til Sjóvar kommunu