Tíðindi

21. jun 2024

Broyting í byggisamtykt á Heimastagerði/bátahylin við Heygsstøð

Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtykt

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá hósdegnum 20 juni 2024 til hósdagin 10. juli 2024.

Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:

Økið við Heimastagerði/ bátahylin við Heygsstøð er ætlanin at broyta soleiðis, at øki D (neystaøki) verður broytt til øki A (miðstaðarøki) (Sí kortið, matrikkul 501a og 427)

Endamálið við broytingini er, at gera miðstaðarøkið so, at tað passar til matrikklarnar í økinum, so økið betri kann gagnnýtast.

Møguligar viðmerkingar ella mótmæli, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til:

Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490  Strendur

ella: sjk@sjovar.fo í seinasta lagi mikudagin 31.juli 2024

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. jun 2025
Tøma rottangar á Strondum
20. jun 2025
Anneke 40 ár sum kommunulækna­avloysari
19. jun 2025
Tað gongur framá við umvæling­ini av gomlu Tinggøtuni
19. jun 2025
Minnist til posan!
18. jun 2025
Nýggj boð frá kommunulæknanum
17. jun 2025
Fíggjar­nevndin 16.06.2025
16. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni, kl. 17:00
15. jun 2025
Fundur í V&H 15/­6- 2025

Send boð til Sjóvar kommunu