Tíðindi

22. mar 2022

Fíggjarnevndarfundur 21.03.2022

Fíggjarnevndin 21.03.2022
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Súni F. Olsen

Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 16.15-18:20

Mál nr.: 104-15-2021 Skúlabarnakoyring
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 26.11.2021
Málslýsing: Broyting í sáttmálanum við Højbilar.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini, um at endurnýggja sáttmálan um skúlabarnakoyring.


Mál nr.: 104-13-2021 Koyring til barnatannlækna
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 19.11.2021
Málslýsing: Uppskot til sáttmála við Højbilar.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum hjá T&M og gera sáttmála sambært uppskotinum frá umsitingini. Lagt fyri kommunustýri.


Mál nr.: 216-1-2022 Umvæla kommunuskrivstovuna
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 15. mars 2022
Málslýsing: Vit hava fingið tilboð uppá møblar
Avgerð: Fíggjarnevndin gevur umsitingini heimild til at taka av tilboðið, upp til kr. 200.000.


Mál nr.: Starvsfólkamál
Reist av: Sjóvar kommuna Dagf.: 8.mar.2021
Málslýsing: Starvslýsing eftir húsavørði
Avgerð: Samtykt at lýsa eftir húsavørði til Sjóvar kommunu.

Mál nr.: 546-1-2022 Havnaøkið á Hulki, viðlíkahald
Reist av: Sjóvar kommuna Dagf.: 21.03.2022
Málslýsing: Økið sunnanfyri Vaðhorn treingir til at verða asfaltera/stoypt – sí viðlagda mynd. Tekniski leiðarin heldur, at vit mugu gera hetta arbeiðið í ár, men peningur er ikki avsettur til arbeiðið.Økið er asfaltera fleiri ferðir seinastu árini, men tað vísir seg ikki at halda serliga leingi. Tekniski leiðarin mælir til at økið verður stoypt.
Økið er 250-300 m2 til støddar, og mettur kostnaður er kr. 200.000. V&U mælir til at arbeiðið verður gjørt. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at plattur verður stoyptur sunnanfyri Vaðhorn, víst verður til RS-750.


Mál nr.: 321-5-2021 Umvælingar í forhøllini
Reist av: Stranda Skúli Dagf.: 1. september 2021
Málslýsing: Tvey tilboð fyriliggja at leggja nýtt gólv v.m. á forhøllina.
Avgerð: Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar og Mentanarnevndini. Víst verður til RS-413. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: Mánaðarroknskapur fyri januar og februar
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðmerkingar: framlagdur

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
21. feb 2024
Fíggjar­nevndarfundur 20.02.2024
25. jan 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.01.2024
12. des 2023
Fíggjar­nevndarfundur 11.12.2023
16. nov 2023
Fíggjar­nevndarfundur 15.11.2023
21. sep 2023
Fíggjar­nevndarfundur 20.09.2023
15. jun 2023
Fíggjar­nevndarfundur 14.06.2023
17. mai 2023
Fíggjar­nevndarfundur 16.05.2023

Send boð til Sjóvar kommunu