Tíðindi

26. okt 2021

Kommunustýrisfundur 25.10.2021

 
Kommunustýrisfundur  25.10.2021
 
Møtt: Artur Johansen, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen, Súni F. Olsen og Andras Róin
 
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:06

Mál nr.: Velja varaumboð í barnaverndatænastuna
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tit skulu velja tvey varaumboð í barndaverndartænastuna
Avgerð: Samtykt at velja Lív Haraldsen og Hertu Thomsen sum varaumboð til barnaverndartænastuna við Skálafjørðin.
 

Mál nr.: 541-19-2020, Broyting í byggisamtykt
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 79bs og 79bt til íbúðarbygging.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd og áseta serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 79bs og 79bt til íbúðarbygging.

Mál nr.: 321-3-2021, lyfta í skúlanum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til, at tikið verður av tilboði.
Avgerð: Samtykt at taka av tilboði á kr. 450.000 og 695.820 uttan MVG til tvær nýggjar lyftur í skúlanum.

Mál nr.: 211-2-2021, eykajáttanir 2021
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Eykajáttanir 2021. Fyrsta viðgerð.
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð. Onnur viðgerð verður 22. november.


Mál nr.: 211-1-2021, fíggjarætlan 2022
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarætlan 2022. Fyrsta viðgerð.
Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt. Onnur viðgerð verður 22. november.

 
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
26. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
05. nov 2024
Kommunustýrisfundur 28.10.2024

Send boð til Sjóvar kommunu