Tíðindi

05. okt 2021

Kommunustýrisfundur 27.09.2021

 
Møtt: Artur Johansen, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen, Súni F. Olsen og Andras Róin
Skrivari: Artur Johansen
Klokkan: 17:00-19.00

 

Mál nr.: 546-1-2019, Vinnuøki og bryggja á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Eykajáttan. Onnur viðgerð.
Avgerð: Onnur viðgerð av eykajáttan. Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini, og játta kr. 370.000 á RS-751.

 

Mál nr.: 324-1-2021, Hundagarð/hundapark
Reist av: Jógvan Juul Olsen
Málslýsing: Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir til, at ein hundagarður verður gjørdur á økinum oman fyri kommunuskrivstovuna.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmæli frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini um at gera eina royndarskipan við hundagarði omanfyri kommunuskrivstovuna á Strondum.                                     

 

Mál nr.: 541-20-2020, Byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Dagføring av almennu byggisamtyktini
Avgerð: 
Til viðmerking frá:

Páll Weihe: viðmerkingin um at flyta linjuna við matr. nr. 121 á Selatrað til byggiøki (B) verður gingin á møti.

Ása Joensen: Matr. nr. 7 úti við Sker: Kommunustýrið heldur fast við, at einki skal byggjast í økinum, vísandi til, at kommunutýrið heldur at Raktangi skal varðveitast sum óbygt øki.

Randi Davidsen, Kára Rasmussen, Guðrið Nicodemusardóttir, Birgir Rasmussen. Matr. nr. 708 og 501a: Samtykt at ganga umsóknini á møti og varðveita øki sum B-øki (sethúsaøki)

Regin Joensen: Umbøn um, at matr. nr. 82 á Selatrað verður lagt til byggiøki til sethús, verður gingin á møti.

Rúna og Noomi Rasmussen: Matr. nr. 708 og 501a. Samtykt at ganga umsóknini á møti og varðveita øki sum B-øki (sethúsaøki)

Eyðstein Jensen: Matr. nr. 49 á Selatrað. Umsóknin verður ikki gingin á møti, tí viðmerkingin er ikki nóg greið. Umsitingin arbeiðir víðari við málinum fyri at lýsa tað betur.

Matr. nr. 53 á Selatrað. Umsøkjarin skal hava skriv um tekstin í øki D. Ynski um at teksturin fyri D øki verður broyttur, so tað verður møguligt at hava smáíðnað innan landbúnaðrelaterað handverk, verður ikki gingin á møti, við tí grundgeving, at hetta samsvarar ikki við ætlanirnar hjá kommununi. Matr. nr. 55a: Kommunustýrið heldur fast við broytingaruppskotið, grundað á, at fríøkið tá verður samanbundið gjøgnum fjøruna norð til fríøki á matr. nr. 123.

Max Weihe: Matr. nr. 56b á Selatrað. Samtykt at ganga umsóknini á møti og broyta tað til B-øki (sethús).

Max Weihe og Símun Mittún: Tingsteinurin, Tingfløtan og Gálgin. Kommunustýrið er sinnað at ganga umsóknini á møti. Heita á Max Weihe og Símun Mittún um at vegleiga kommunustýrinum, hvar best er at leggja J øki í hesum sambandi. Somuleiðis verður við viðmerkingini um gálgasteinin og grevsturin kring hann í gerðinum hjá Miðtúnsbóndanum.

Klæmint Mittún: Matr. nr. 54a á Selatrað. Hildið verður fast við uppskotið um, at hetta verur verandi sethúsaøki, grundað á, at møgulig grundstykki verða gjørd við Skúlagøtu. Hetta ger, at ein møgulig útstykking helst verður bíligari enn um nýggj útstykking skal gerast. Økið hevur verið sethúsaøki í nógv ár, og kommunustýrið hevur onga broyting gjørt í økinum. Viðv.  matr. nr 54a, Rossatrøðin: víst verður til somu grundgeving sum til viðmerkingingarnar hjá Max Weihe. Viðv. matr. nr. 54a, oman fyri Bakhúsið. Hildið verður fast við ætlaðu broytingina í økinum, vísandi til, at ætlanin er at økið skal brúkast til frítíðarøki.

Simonu Weihe: Matr. nr. 100c og 100d: Samtykt at halda fast við ætlanirnar um at alt øki er B-øki (sethús).

Samtykt at broyta part av matr. 57, sum liggur upp at matr. nr. 71 Innan Glyvur, til B-øki (sethús).

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. mar 2024
Kommunustýrisfundur 18.03.2024
28. feb 2024
Kommunustýrisfundur 26.02.2024
30. jan 2024
Kommunustýrisfundur 29. januar
12. des 2023
Kommunustýrisfundur 11.12.2023
21. nov 2023
Kommunustýrisfundur 20.11.2023
24. okt 2023
Kommunustýrisfundur 23.10.2023
27. sep 2023
Kommunustýrisfundur 25.09.2023
29. aug 2023
Kommunustýrisfundur 28.08.2023

Send boð til Sjóvar kommunu