Tíðindi

09. jun 2021

Fíggjarnevndarfundur 08.06.2021

Fíggjarnevndin 08.06.2021
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Súni F. Olsen

Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 17:00-19:00

Mál nr.: 321-2-2021
Reist av: Stranda skúli
Málslýsing: Umsókn um ljóð og myndaútgerð til fimleikarhøllina. T&M nevndin mælir til at takað av tilboðið. Málið lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M, víst verður á RS-412.

Mál nr.: 103-3-2021
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Barnatannrøktin – endaligur sáttmáli til góðkenningar. T&M nevndin mælir til at sáttmáli verður gjørdur. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Lagt fyri kommunustýri.

Mál nr.: 104-10-2019
Reist av: Stranda musikkskúli
Málslýsing: Musikkskúlaskipanin. T&M Nevndin mælir til at søkja eftir nýggjum musikkskúlasamskipara til Stranda Musikkskúla. Málið lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá T&M. Víst verður til RS-510.
Lagt fyri kommunustýri.

Mál nr.: 323-4-2019
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Nýtt spæliøkið við Stranda skúla. T&M nevndin mælir til at spæliøkið verður gjørt meira liðugt. Munnlig kostnaðarmeting fyriliggur. Málið lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá T&M. Fíggjarnevndin mælir til at tekniska umsiting setir arbeiði í gongd, tá neyvari lýsing av arbeiðinum og kostnaðinum fyriliggur.

Mál nr.: 104-1-2021
Reist av: Lítlifløttur
Málslýsing: Umsókn um stempulskipan. T&M Nevndin mælir til at takað av tilboðnum frá Nema.
Lagt fyri fíggjanevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá T&M. Lagt fyri kommunustýri.

Mál nr.: 103-7-2021
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Starvsfólk – umsókn at søkja eftir skrivstovufólki
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at søkja eftir fólki til umsitingina. Lagt fyri kommunustýri.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
21. feb 2024
Fíggjar­nevndarfundur 20.02.2024
25. jan 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.01.2024
12. des 2023
Fíggjar­nevndarfundur 11.12.2023
16. nov 2023
Fíggjar­nevndarfundur 15.11.2023
21. sep 2023
Fíggjar­nevndarfundur 20.09.2023
15. jun 2023
Fíggjar­nevndarfundur 14.06.2023
17. mai 2023
Fíggjar­nevndarfundur 16.05.2023

Send boð til Sjóvar kommunu