Tíðindi

20. apr 2021

Fíggjarnevndarfundur 19.04.2021

Fíggjarnevndin 19.04.2021
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Súni F. Olsen

Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 16:30-17:00

Mál nr.: 103-3-2021 - Barnatannrøkt
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Barnatannrøkt. Avtalan við Runavíkar kommunu um kommunala barnatannrøkt er uppsøgd frá 1. Juli 2021.Trivnar- og Mentanarevndin mælir umsitingini til at fara í samráðingar við tannlæknan á Skála um nýggjan sáttmála.
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum, vísandi til tilmælið frá T&M

Mál nr.: 544-1-2021 – gøtuljós og asfalt á Gerðaveg
Reist av: Rut S. Kjærbo
Málslýsing: Rut spyr um kommunan kann seta gøtuljós á tann partin av Gerðavegi, sum gongur oman til tey. Eisini spyr hon um asfalt á vegin. Tekniski leiðarin metir, at kostnaðurin fyri hetta verður uml. 200.000 kr. uttan MVG.
Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at játtað umsóknini. Biðið verður um at kr. 400.000 verða fluttar av RS-635 á RS-670 á konto 1652-30. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá T&B at flyta 400 tkr. av RS-635 yvir á RS-670. Lagt fyri kommunustýri.

Mál nr.: Mánaðarroknskapur mars
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðmerkingar: framlagdur


Mál nr.: Ljóðútgerð og skermar til lítlasal í bygdahúsinum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ljóðútgerð og skermar til lítlasal í bygdahúsinum. T&M Nevndin mælir til at arbeiða víðari við tilboðnum.
Málið verður lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Samtykt at keypa ljóðútgerð v.m. vísandi til tilboð og kostnaðarmeting.

Mál nr.: 321-2-2019 - umsókn um nýggjar talvur
Reist av: Stranda skúli
Málslýsing: Umsókn um nýggjar talvur. Tilboð fyriliggur á kr. 114.640 u.mvg fyri 5 talvur
Avgerð: Samtykt at taka av tilboðnum. 100 tkr. eru eftir á RS-413.
Restin verður bókað á RS-412.

Mál nr.: 546-1-2019 Vinnøki og bryggja á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vinnuøki og bryggja á Hulki
Gamla bryggjan, millum bygningarnar hjá Vaðhorn og nýggju bryggjuna, er í sera ringum standi.
Dekkið á tí gomlu bryggjuni er sokkið í fleiri støðum úti við hamaran, og fyllan, mest sandur, innan fyri spunsin, er svunnin nógv. Vinnu- og Umhvørvisnevndin mælir til at fara í gongd við arbeiðið at bøta um viðurskiftini við gomlu bryggjuni á Hulki, millum bygningarnar hjá Vaðhorn og nýggju bryggjuna, vísandi til kostnaðarmetingina frá Sp/f Rókin. Nevndin leggur málið fyri fíggjarnevndina
Avgerð: Samtykt at taka undir tilmælinum hjá V&U. Peningur er avsettur á RS-751

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
21. feb 2024
Fíggjar­nevndarfundur 20.02.2024
25. jan 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.01.2024
12. des 2023
Fíggjar­nevndarfundur 11.12.2023
16. nov 2023
Fíggjar­nevndarfundur 15.11.2023
21. sep 2023
Fíggjar­nevndarfundur 20.09.2023
15. jun 2023
Fíggjar­nevndarfundur 14.06.2023
17. mai 2023
Fíggjar­nevndarfundur 16.05.2023

Send boð til Sjóvar kommunu