Tíðindi

05. aug 2020

TeenStreet á Strondum

Í gjár byrjaði TeenStreet á Strondum og hava 27 tannáringar teknað seg til leguna, sum endar leygarkvøldið á midnátt. Høvuðsevnið fyri leguna er “Forvitin”. Tá vit eru forvitin, eru vit spent at læra og vita okkurt. Ein góður máti at gera hetta, er at spyrja spurningar. Í evangeliunum spyr Jesus fleiri enn 300 spurningar. Í bíbliutímunum verður hugt at nøkrum spurningum, sum Jesus spurdi.

Almenn tiltøk

Umframt bíbliutímarnar er eisini nógv annað á skránni hesar dagar – eisini almenn tiltøk. Mikudagin klokkan 13 verður stuðulsrenning á vøllinum við bygdahúsið, har øll eru vælkomin bæði at renna, stuðla og heppa. Innkomni peningurin fer til tvær ymiskar verkætlanir: fátøk børn í Ukraina og at byrja TeenStreet í Afrika. Mikukvøldið klokkan 20.30 verður bál og almenn sangløta á niðara økinum í skúlagarðinum. Fríggjakvøldið klokkan 20.30 verða ymisk spøl á vøllinum og í bygdahúsinum fyri øllum. Verið hjartaliga vælkomin til hesi trý tiltøkini, tí vit gleða okkum at síggja tykkum :)

 

Fyrireikararnir

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
08. mai 2024
Námsfrøð­ingar til Lítlafløtt
08. mai 2024
Námsfrøði­ligur ráðgevi til Lítlafløtt - farloyvisstarv
08. mai 2024
Hondbóltsdystur í bygdahúsi­num kl. 19
06. mai 2024
Hóskvøldskafé á Café Bella
06. mai 2024
Broytingar í innsavning­ini hesa vikuna
02. mai 2024
Útivikan broytist til ”Kom-út-vikan”
02. mai 2024
Stuðuls­renning og tilmeldingardagur hjá Skála Ítróttar­felag
30. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29.04.2024

Send boð til Sjóvar kommunu