Kalendari

16
mai

Ruddingardagur

Leygardagin, 16. mai 2020, verður ruddingardagur í Sjóvar kommunu.

Byrjað verður við morgunmati á hesum støðum kl. 9.00:

í missiónshúsinum á Selatrað
Geilin 15, Innan Glyvur
í bygdahúsinum á Strondum
Tosað verður um, hvar ruddast skal, og hvør fer hvar. Vit hava býtt bygdirnar upp og sett ábyrgdarfólk til hvørt øki.

Øll, sum hava ruddað, verða boðin til døgurða í bygdahúsinum.

Vegna korona verður bæði morgunmaturin og døgurðin skipaður eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Tit frætta meir um hetta til morgunmatin.

Ruddingardagin er bingjuplássið stongt.


Við vón um góða undirtøku.

Sjóvar kommuna

29
apr
Kommunustýrisfundur
30
apr
høllin útleiga
01
mai
Lítlisalur, køkur og bio-salur útleigað frá kl.. 20
02
mai
Alt húsið útleigað til kl. 17
03
mai
Alt húsið útleigað frá kl. 20
03
mai
Líttlisalur og Køkur útleiga 08.00-16.00
04
mai
Alt húsið útleigað
10
mai
Alt húsið útleigað

Send boð til Sjóvar kommunu