Kalendari

19
sep

Spæliplássið takast í nýtslu

Arbeiðið at gera nýggja spæliplássið, ið Sjóvar kommuna í longri tíð hevur arbeitt við, er nú komið so mikið áleiðis, at tað er klárt at takast í nýtslu.

Spæliplássið liggur sunnanfyri Stranda skúla, og síðani leikurnar byrjaðu at koma upp fyri nøkrum vikum síðani, hava børnini staðið spent og bíðað eftir at sleppa at royna spæliplássið. Gummiundirlagið er nú komið á, og tí ynskja vit nú at taka spæliplássið í nýtslu, hóast onkrir snøklar eru eftir at gera í økinum rundan um leikurnar. Hóast spæliplássið liggur við Stranda skúla, og sjálvandi fer at verða nýtt av næmingunum har, er spæliplássið alment fyri øll allar tíðir á degnum.

Leygardagin 19. september kl. 16:00, verður spæliplássið alment tikið í nýtslu. Borgarstjórin, Artur Johansen, sigur nøkur orð, og síðani sleppa børnini framat at royna spæliplássið. Kommunan bjóðar kaffi og okkurt til børnini.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

29
apr
Kommunustýrisfundur
27
mai
Kommunustýrisfundur
17
jun
Kommunustýrisfundur
26
aug
Kommunustýrisfundur
30
sep
Kommunustýrisfundur
28
okt
Kommunustýrisfundur
25
nov
Kommunustýrisfundur
16
des
Kommunustýrisfundur

Send boð til Sjóvar kommunu