Kalendari

12
jul

Gongutúrur niðan á Skælingsfjall

Ætlanin er at skipa fyri einum gongutúri niðan á Skælingsfjall í summar.

Skælingsfjall er 767 metrar høgt og liggur á vestursíðuni á Streymoynni. Av Skælingsfjalli er gott útsýni m.a. yvir Vágoynna, Koltur, Heystur og fjallatindarnar norðanfyri.

Gongutúrurin byrjar á Skeiðsskarðið, sum er á vegnum niðan á Sornfelli. Haðani verður gingið niðan á Skælingsfjall. Uppi á Skælingsfjalli verður okkurt mentarnarligt íkast. Síðani verður gingið oman í bygdina. Á Skælingi verður borðreitt við breyði við føroyskum viðskera. Øl og sodavatn fáast afturvið. Aftaná verða kaffi og kaka at fáa.

Gongutúrurin tekur umleið 6 tímar og er ein miðaltungur túrur. Petur Jákupsson, ættaður av Skælingi, verður ferðaleiðari á túrinum.

Fyri at tryggja okkum góð veðurlíkindi seta vit ikki endaliga dagfesting á túrin, men hava heldur eyguni eftir einum góðum degi. Vit miða tó í fyrsta umfari eftir sunnudegnum 12. juli. Farið verður av Skeiðsskarðið kl. 12.00. Vit geva nærri boð, tá vit nærkast degnum. Viðrar ikki, finna vit ein annan dag.

Vegna fyrireiking av mati til túrin ynskja vit at hoyra frá øllum, sum kundu hugsað sær at komið við á túrin. Tit siga frá við at ringja á tlf. 232725 ella skriva til bardur@sjovar.fo

Túrurin kostar 200 kr., sum tit rinda við reiðum peningi í bóndansgarðið á Skælingi.

Til sjálvan gongutúrin skulu tit hava egnan matpakka og drekkivøru við.

Tit skipa sjálvi fyri farti til Skeiðsskarð, og eftir túrin hjálpa vit tykkum aftur til Skeiðsskarð eftir bilunum.

 

Við vón um góða undirtøku.

29
apr
Kommunustýrisfundur
30
apr
høllin útleiga
01
mai
Lítlisalur, køkur og bio-salur útleigað frá kl.. 20
02
mai
Alt húsið útleigað til kl. 17
03
mai
Alt húsið útleigað frá kl. 20
03
mai
Líttlisalur og Køkur útleiga 08.00-16.00
04
mai
Alt húsið útleigað
10
mai
Alt húsið útleigað

Send boð til Sjóvar kommunu