Rottur

Ábyrgdarpersónur hjá Sjóvar kommunu tekur sær av rottutýning. Hevur tú trupulleikar av ella hevur sæð rottu, set teg í samband við hann á tlf. 23 27 26 ella fráboðað talgilt her.

 

Allir borgarar hava skyldu til at:

  • Fráboðað rottu allastaðni, har hon verður sædd
  • Tryggja sína ogn móti rottu og halda sína ogn reina og ruddiliga

 

Grundarlagið undir at kommunan kann fremja eina vælvirkandi týning av rottu er, at borgarar sum síggja rottu ella tekin um rottu, boða kommununi frá. Ein og hvør sum sær rottu hjá sær sjálvum, grannanum ella aðrastaðni, skal boða kommununi frá beinanvegin.

Rottur eru virknar um náttina, og síggjast tí sjáldan um dagin. Tì er tað í stóran mun skarn, slóðir og onnur spor eftir rottu sum vísa, at rotta er á staðnum. Vand eygu síggja lættliga skaðar, sum eru komnir av rottu.

Orsøkin til at rotta skal fráboðast beinanvegin er, at bara ein ella fáar rottur kunnu nørast til ein stóran flokk eftir stuttari tíð. Harafturat er rotta smittuberi, og vandin fyri smittu økist við tali av rottum. Tí er avgerandi, at týning verður sett í verk sum skjótast.

 

Skylda hjá grundeigara

Allir grundeigarar hava skyldu at halda sína ogn reina og ruddiliga, soleiðis at møguleikarnar hjá rottu eru so smáir sum gjørligt at búleikast har. Harafturat liggur ábyrgdin á grundeigara at viðlíkahalda sínar spillivatnsleiðingar innan fyri matrikulmark.

Eitt stórt evni í kunngerðini er at fyribyrgja rottu. Endamálið er at forða rottuni í at finna føði og støð at goyma seg, soleiðis at umstøðurnar verða so vánaligar sum gjørligt. Færri møguleikar rotta hevur fyri at finna mat og støð at búleikast, minni er kjansurin fyri, at rotta er á staðnum, og færri skaðar verða av rottu.

Krøv til grundeigarar viðvíkjandi spillivatnsleiðingum er ikki útgreinað í kunngerð um rottu, ella byggireglugerðini, men vísir byggireglugerðin til dansk standard 432. Kommunan er tískil mynduleiki á hesum øki og tað er kommunan sum í hvørjum einstøkum føri avgerð, um ein ogn er rottutrygg. Ein og hvør grundeigari skal halda regluna um at halda ogn reina og ruddiliga, herundir at viðlíkahalda spillivatnsleiðingar á ognini.

 

Í faldara frá Umhvørvisstovuni ber til at lesa meir um fyribyrging og týning av rottu í Føroyum.

Send fyrispurning