Tíðindi

08. apr 2025

Fundur í Mentanar- og Frítíðarnevndini 07.04.2025

Møtt: Drós Ellingsgaard, Sandra L Østerø og Jóhan H. Funn
Umframt: Hans Anders Jacobsen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 18:50 – 21:20
Viðmerkingar:

 

Mál nr.: 104-11-2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Nevndin ynskir at stuðulsumsóknir á ítróttar- og mentanarøkinum verða viðgjørdar tvær ferðir árliga.
Leiðreglur hjá Sjóvar kommunu, í samband við árligar stuðulsumsóknir á ítróttar- og mentanarøkinum, siga at “umsóknir verðr viðgjørdar so hvørt tær koma inn”, og tí mugu hesar leiðreglur broytast. Eisini hevur nevndin broytt navn, og tí verða aðrar smærri broytingar eisini gjørdar í leiðreglunum.
Uppskot til broytingar í leiðreglunum:


§1 stk. 1 verður broytt frá:
“Endamálið er at greina mannagongd og treytir í samband við árligan rakstrarstuðul til feløg og felagsskapir, sum reka ítróttarvirksemi og annað mentanarvirksemi í Sjóvar kommunu”
til:
“Endamálið er at greina mannagongd og treytir í samband við árligan rakstrarstuðul til feløg og felagsskapir, sum reka frítíðarvirksemi og annað mentanarvirksemi í Sjóvar kommunu”


§3 stk. 1 verður broytt frá:
“Umsitingin í Sjóvar kommunu tekur ímóti umsóknum og fyrireikar tær til viðgerð í trivnaðarnevndini” 
til:
“Umsitingin í Sjóvar kommunu tekur ímóti umsóknum og fyrireikar tær til viðgerð í Mentanar- og Frítíðarnevndini”


§3 stk. 2 verður broytt frá: 
“Stuðulsumsóknir verða viðgjørdar á regluligu fundum í trivnaðarnevndini. Nevndin skal í viðgerðini vísa til tað sum er sett av á fíggjarætlanini. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn”
til:
“Stuðulsumsóknir verða viðgjørdar tvær ferðir árliga á regluligu fundum í Mentanar- og Frítíðarnevndini í apríl og oktober. Umsóknarfreistir eru 1. Apríl og 1. Oktober. Nevndin skal í viðgerðini vísa til tað sum er sett av á fíggjarætlanini. 


§4 stk. 1 verður broytt frá:
“Trivnaðarnevndin kann, um serliga umstøður tala fyri tí, víkja frá ásetingunum í hesi reglugerð.”
Til:
“Mentanar- og Frítíðarnevndin kann, um serligar umstøður tala fyri tí, víkja frá ásetingunum í hesi reglugerð.”
Avgerð: Nevndin mælir til at broyta leiðreglurnar, vísandi til málslýsingina omanfyri.

Avgerð: Nevndin mælir til omanfyri nevndu broytingar. Málið lagt fyri kommunustýrið

 

Mál nr.: 320-1-2025
Reist av: KFUM skótarnir
Málslýsing: Toiletbygningurin á skótadeplinum
Avgerð: Nevndin mælir til at kommunan ger avtalu við skótarnar um alment vesi, har kommunan hevur uppsýn við bygninginum og tekur sær av regluligari reingerð og uppfylling av sápu og pappíri umframt ber kostnaðni av teimum útreiðslum, ið standast av at bygningurin stendur ólæstur til almenna nýtslu.
Málið lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið.

 

Mál nr.: 324-1-2025
Reist av: KFUM skótarnir
Málslýsing: Umsókn um stuðul til skúr
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul til skúr

 

Mál nr.: 328-2-2025
Reist av: Team Rynkeby
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita stuðul á kr. 2.500

 

Mál nr.: 328-3-2025
Reist av: Strálan
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita stuðul á kr. 15.000

 

Mál nr.: 328-4-2025
Reist av: Skála Ítróttarfelag
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita kr. 100.000 í stuðli

 

Mál nr.: 328-11-2024
Reist av: Felagið Staðarnøvn
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul

 

Mál nr.: 328-5-2025
Reist av: Brekkulegan
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul

 
Málslýsing: Umvæling av skúlastovum í Stranda skúla.
Ein skúlastova á miðhæddini í gamla skúla er umvæld. Samlaði kostnaðurin fyri umvælingina liggur á uml. kr. 150.000.
Umvælingin er bókað á raksturin, men eingin beinleiðis peningur er settur av til hesa umvæling. Tí verður nokk neyðugt við eykajáttan seinni í ár.
Avgerð: Nevndin mælir til at peningur verður funnin til gjørdu umvæling, umframt at peningur verður funnin til at umvæla eina stovu afturat á miðhædduni í gamla skúla.
Málið lagt fyri fíggjarnevnd 

 

Mál nr.: 549-3-2025
Reist av: Ólavur í Geil
Málslýsing: Umsókn um stuðul til fríøki við Nónvarða
Avgerð: Nevndin mælir at stuðla verkætlanini við kr. 60.000.
Málið lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2025
Stongt flaggdagin
22. apr 2025
Flaggdagshald á Strondum
22. apr 2025
Søkt verður eftir fólki til fríðkan
22. apr 2025
Páska­reggjaveiðan 2025
17. apr 2025
Páska­reggjaveiða 19. apríl
16. apr 2025
Gleðiligar páskir
16. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24. apríl
16. apr 2025
Sjómansk­vinnu­ringurin

Send boð til Sjóvar kommunu