Tíðindi
Fíggjarnevndarfundur 11.04.2025
Fíggjarnevndin 11.04.2025
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen, Artur Johansen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 09.00:10:45
Mál nr.:
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Umvæling av skúlastovum í Stranda skúla. Ein skúlastova á miðhæddini í gamla skúla er umvæld. Samlaði kostnaðurin fyri umvælingina liggur á uml. kr. 150.000.
Partur av umvælingin er bókað á raksturin, men eingin beinleiðis peningur er settur av til hesa umvæling. Tí verður nokk neyðugt við eykajáttan seinni í ár. T&M nevndin mælir til at peningur verður funnin til gjørdu umvæling, umframt at peningur verður avsettur at umvæla eina stovu afturat á miðhæddini í gamla skúla í ár.
Avgerð: Nevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Mælt verður til at gera eykajáttan á kr. 400.000 á F-1651-00 á RS-412. Fíggjast við tøkum peningi. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: 549-3-2025
Reist av: Ólavur í Geil Dagf.: 7. mars 2025
Málslýsing: Umsókn um stuðul til fríøki við Nónvarða. T&M nevndin mælir til at stuðla verkætlani við kr. 60.000.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum. Peningur er tøkur á RS-620
Mál nr.: 211-1-2025
Reist av: Sjóvar kommuna Dagf.: 7. mars 2025
Málslýsing: Eykajáttan 2025, Roðin. Nýtt býti eftir fólkatalinum 1/1-25, gevur okkum eina eykaútreiðslur á kr. 255.750 á RS-272 og kr. 1.003 á RS-271.
Avgerð: Mæla til eykajáttanin á kr. 260.000 á RS-272 og kr. 2.000 á RS-271, verður tikið av tøkum peningi. Lagt fyri kommunustýri
Mál nr.: Mánaðarroknskapur mars
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppgerðirnar frá Gjaldstovuni mangla, tær koma í fyrsta lagi mánadagin.
Viðmerkingar: Mánaðarroknskapur verður sendur út tá uppgerðirnar frá landinum eru komnar.