Tíðindi

24. nov 2023

Lýst verður við fundi at endurstovna Stranda Sjónleikarafelag

Hervið verður lýst við fundi at endurstovna Stranda Sjónleikarafelag týskvøldið 5. desember kl. 20.00 í bygdahúsinum á Strondum.

Áhugi at vekja felagið til lívs aftur

Í gjár, hóskvøldið 23. november, varð fundur í bygdahúsinum um ætlanina at blása lív í Stranda Sjónleikarafelag.

Á fundinum møtti væl av fólki, og huglagið at fáa lív í sjónleikaravirksemið var avgjørt til staðar. Tí varð gjørt av at kalla inn til fund at endurstovna felagið skjótast gjørligt, soleiðis at nevnd verður mannað og farast kann í gongd við at endurbyggja felagið.

Á fundinum luttóku eisini Noomi Reinert og Arnfinnur Nesá, nevndarforkvinna og nevndarlimur í MÀF. Tey bæði eru eisini virkin í sjónleikaravirkseminum í Losjuni í Gøtu, og tey greiddu frá MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) og royndum teirra innan sjónleik.

Nakrar myndir frá fundinum í gjár síggjast niðanfyri.

Nú verður vónað, at undirtøkan verður eins góð og í gjárkvøldið til fundin týskvøldið 5. desember í bygdahúsinum á Strondum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mar 2025
Reisigildi á Hulki
27. mar 2025
Goymslutangar­nir fluttir
10. mar 2025
Myndarøð - oljutangar­nir koma á Hulk
17. nov 2024
Snældan 75 ára stovningardag
08. aug 2024
Íbúðarbygging á Strondum
03. jul 2024
Tær góvu lív - Myndir frá bókaframløgu
02. jul 2024
Elin Henriksen givin sum bókavørður á Stranda bókasavni
28. jun 2024
Ung í arbeiði

Send boð til Sjóvar kommunu