Tíðindi

16. mai 2023

Várkonsert hjá Stranda musikkskúla 16/5-2023

Týskvøldið 16.maj var árliga várkonsertin hjá Stranda musikkskúla í Borgini - forhøllini í skúlanum. 

Næmingar spældu floytu, slagverk, guittar, horn, klaver og klarinett - nakrir einsamallir, aðrir í bólki og uppaftur aðrir saman við sínum lærara. Hetta gjørdi konsertina sera fjølbroytta. 

Musikkskúlin hevur tvær konsertir hvørt ár - eina undan jólum og eina í maj. Stuttligt er at síggja broytigina og menningina, sum næmingarnir fara ígjøgnum. Spennandi verður eisini at fylgja teimum frameftir.

Hesar myndirnar eru frá konsertini. 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. mai 2025
Myndarøð- Kvinnu­kvøldið 2025
11. mai 2025
Myndarøð frá ruddingar­deg­num 10-5-2025
28. mar 2025
Reisigildi á Hulki
27. mar 2025
Goymslutangar­nir fluttir
10. mar 2025
Myndarøð - oljutangar­nir koma á Hulk
17. nov 2024
Snældan 75 ára stovningardag
08. aug 2024
Íbúðarbygging á Strondum
03. jul 2024
Tær góvu lív - Myndir frá bókaframløgu

Send boð til Sjóvar kommunu