Tíðindi

26. apr 2022

Myndir frá kvøldskúlaframsýningini 2022

Stranda kvøldskúli hevði framsýning í Stranda skúla sunnudagin 24. apríl 2022.

Hans Petur Jacobsen, leiðari fyri Stranda kvøldskúla, bjóðaði gestunum vælkomnum, áðrenn Hans Anders Jacobsen, formaður í Trivnaðar- og Mentanarnevndini setti framsýningina. Aftaná rungaðu fagrir sangtónar frá Stranda Sangkóri, sum hevur verið partur av kvøldskúlaskránni í vetur. Hugaligt at Stranda Sangkór aftur er virkið, og vit gleða okkum til at hoyra meir til teirra.

Síðani var høvið komið hjá teimum vitjandi at njóta framsýningina afturvið einum góðum kaffimunni og leskiligari køku. Sum myndirnar vísa, er nógv komið burturúr í vetur.

Niðanfyri síggjast myndir frá setanini av framsýningini og myndir av sjálvari framsýningini.

Stranda kvøldskúli er nú farin í summarfrí. Herjað verður á aftur í heyst. Lýst verður nærri við skrá í september.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2025
Myndir frá framløguni av staðarnøv­num á Selatrað
25. jun 2025
Ungí arbeiði 2025
26. mai 2025
Myndarøð- Kvinnu­kvøldið 2025
11. mai 2025
Myndarøð frá ruddingar­deg­num 10-5-2025
28. mar 2025
Reisigildi á Hulki
27. mar 2025
Goymslutangar­nir fluttir
10. mar 2025
Myndarøð - oljutangar­nir koma á Hulk
17. nov 2024
Snældan 75 ára stovningardag

Send boð til Sjóvar kommunu