Grundstykkir
Tøk grundstykkir
Tá kommunan hevur selt eitt grundstykki, er ein av treytunum, at innan tvey ár skal byggiarbeiðið verða byrjað og sethús skulu vera bygd á stykkinum innan trý ár.
Verður henda treyt ikki fylgd kann kommunan krevja, at stykkið fellur aftur til kommununa.
Vit hava ein bíðilista til hesi grundstykki, sum til ber at skriva seg á.
Tá tú ynskir at koma á henda bíðilista, skalt tú senda okkum ein teldupost á sjk@sjovar.fo við hesum upplýsingum:
- navni
- føðingardegi
- adressu
- telefonnummari
- teldupostadressu
Víst verður til www.sjovar.kort.fo
Nýggjastu útstykkingarnar
Arbeiði at gera hesar báðar nýggju útstykkingarnar er nú liðugt.
Grundstykkini á Fríðufløtum verða seld fyri 300 kr. fyri fermeturin
Grundstykkini við Hálsatjørn verða seld fyri 250 kr. fyri fermeturin
Útstykking Fríðufløtur

Útstykking Hálsatjørn
