Pensionistafelag
Pensionistafelagið varð stovnað 1986. Pensionistafelagið hevur eitt sera snotuligt og hugnaligt hús, sum varð tikið í nýtslu í 1992.

Pensionistafelagið á Strondum
Pensionistafelagið varð stovnað 1986.
Pensionistafelagið hevur eitt sera snotuligt og hugnaligt hús, sum varð tikið í nýtslu í 1992, hetta hús verður nógv brúkt.
14. hvønn dag er bingo í húsinum.
14. hvønn dag er hugnaløta, har verður bundið og spælt kort.
Nógv heit pløgg, virkað av kvinnunum í pensionistafelagnum, eru send til børn í Rumenia.
Einaferð um árið verður farið útferð, hesar ferðir eru bæði innan- og uttanlands.
Tey hava eisini jólahugna og einaferð um árið ræstkjøtaveitslu.
Formaður í pensionistafelagnum er Martin Rasmussen, ið hevur telefon 22 08 64 og teldupost martin@olivant.fo.