Tíðindi

10. jun 2025

Fyrsta oljan komin í goymslutangarnar

Í gjárkvøldið kom tangaskipið GTM Denmark á Hulk, við fyrstu gassoljuni til goymslutangarnar hjá Krafta.

Arbeiði hjá Krafta at gera alt liðugt, so at felagið kann byrja at selja olju, kom eitt stig nærri, nú fyrsta oljan kom í goymslutangarnar á Hulki.

Nú skulu tær seintastu tillagingarnar og royndirnar gerast, áðrenn skip kunnu bunkra olju frá felagnum. 
Eisini skal Articon gera økið heilt liðugt, áðrenn tað verður endaliga handa eigaranum.  

Trygdin hevur høga raðfesting hjá Krafta, og er nógv tíð og orka brúkt til at gera alt so trygt sum gjørligt.

Í síðstu viku var Skálafjarðar sløkkilið og hevði venjingar á Hulki, so at teir vita hvat gerast skal, um ein leki, ella eldur skuldi komi í. 

So vantandi ganga ikki nógvir dagar, til fyrsta bunkringin verður hjá felagnum. 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
12. des 2025
Syngja jólini inn í Missións­húsinum
11. des 2025
Jólamenn í Sjóvarlon
11. des 2025
Mamma, ert tú komin
10. des 2025
Jólahugni á Café Bella
09. des 2025
Manningarfundur hjá Stráluni
09. des 2025
Føroyskur dansur í pensjonista­húsinum
08. des 2025
Kunning um kommunulækna­viðtalur­nar á Strondum
05. des 2025
Søguløta á bókasavninum

Send boð til Sjóvar kommunu