Tíðindi

13. mar 2025

Stranda Sjónleikarafelag við skemtileiki

Stranda Sjónleikarafelag bjóðar øllum til skemtileik í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum.

Skemtileikurin ber navnið "Mostir Charley", og er um tveir ungar menn ið skulu fríggja til hvør sína gentu. Fyri at tryggja sær at alt gongur siðiliga fyri seg, avgerða teir, at hetta skal henda tá mostir Charley kemur á vitjan - uttan hennara vitan

Men Mostir Charley er seinkað, og nú eru góð ráð dýr. Tá óvæntaðir gestir eisini koma á gátt, gerst støðan alsamt meira fløkjaslig við misskiljingum og skemtiligum støðum.  

Skemtileikurin ‘Mostir Charley’ er skrivaður av Brandon Thomas í 1892, og umsettur til føroyskt av Andriasi Justesen í 2001. Málburðurin er nútímansgjørdur til høvi.  

Frumframførsla av leikinum er í morgin, fríggjakvøldið 14. mars, og síðani eru fleiri sýningar settar til sølu næstu dagarnar. Sýningin er knappar tveir tímar við uml. 15 min. steðgi, har okkurt lætt til góman verður til keyps.

Atgongumerki til skemtileikin kunnu keypast á billett.fo

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
10. jul 2026
Avbrot á fipursambandi­num á Strondum
09. jul 2026
Tvey umboð í Sjóvar kommunu til EM fyri unglinga-landslið í dart
07. jul 2026
Strandingu­rin Pauli Rasmussen millum fimm teir mest spennandi at fylgja í U20 EM
01. jul 2026
Vaskifólk til skúlan
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
25. jun 2026
Vatnið er nú reint aftur
24. jun 2026
Team Rynkeby vitjar á Strondum
23. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18.06.2026

Send boð til Sjóvar kommunu