Tíðindi

29. des 2024

Nýggjárshald og nýggjársdansur á Strondum

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri nýggjárshaldi á Strondum nýggjársaftan.

Ætlanin er at víðka nakað um haldið í ár við kyndlagongu og báli, eins og blikk verða sett framvið vegnum millum gomlu dansistovuna og bygdahúsið og rundan um bygdahúsið.

Fólk, sum vilja luttaka í kyndlagonguni, skulu møta við gomlu dansistovuna kl. 23:00, tá blikkini verða tendrað. Blikkini verða gjørd klár og sett upp fyrr um dagin og skulu helst fáa frið at standa til midnátt.

Kl. 23:20 byrjar kyndlagongan frá gomlu dansistovuni út í bygdahúsið. Nógvir kyndlar eru gjørdir, og vónað verður, at nógv møta til kyndlagonguna. Vit meta, at børn frá 11-12 ára aldri eru egnað at luttaka í kyndlagongdini. Smærri børn kunnu ganga saman við vaksnum.

Við bygdahúsið verða kyndlarnir tveittir á bálið, og fest verður í bálið. Fólk standa við bálið og hjálpa til við hesum. Væntandi verður bálið tendrað umleið kl. 23:40. Bálið verður einans úr plattum og kyndlum, og tí má einki órudd blakast á bálið.

Kl. 00.00 verður fýrverk skotið fram við vegnum við barnagarðin. Í hesum tíðarskeiði verður vegurin stongdur. Tó ber til at koyra gjøgnum parkeringsøkið við barnagarðin yvir í bygdahúsið.

Aftaná fýrverkið verða øll boðin til heita suppu í bygdahúsinum, har felagssangur og hugnalig samvera mynda løtuna fram til kl. 01:30. Eftir hetta bjóðar kommunan øllum ókeypis til rimmar nýggjársdans við vælumtókta dansibólkinum Sommerson Band.

Tørvur er á fleiri tøkum hondum, sum kunnu hjálpa við blikkum, kyndlum og báli. Hevur onkur hug at hjálpa til, skulu tit seta tykkum í samband við Ega Gothard Danielsen á tlf. 222391.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
31. jan 2025
Sjómansk­vinnu­ringu­rin
31. jan 2025
Almennir kommunustýrisfundir í 2025
30. jan 2025
Tilbúgv­ingar­nevndin fyri SKS skipað
29. jan 2025
Stýrið fyri Roðan skipað
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
28. jan 2025
Fíggjar­nevndarfundur 27.01.2025
28. jan 2025
Hóskvøldcafé í Café Bella

Send boð til Sjóvar kommunu