Tíðindi

08. nov 2024

Sólja og Poul ársins ungu fótbóltsleikarar

Sólja Ernstsdóttir úr KÍ gjørdist ársins ungi leikari hjá kvinnum. Hon skifti í ár frá EB/Streym/Skála til KÍ og fekk sítt veruliga gjøgnubrot hetta kappingarárið. Sólja Ernstsdóttir skoraði 14 mál í 23 dystum. 

Poul Kallsberg úr Víkingi gjørdist ársins ungi leikari hjá monnum. Hann skifti í fjør frá Skála til Víking og er í dag ein av álopsprofilunum hjá Víkingi. Hann skoraði 14 mál í Betrideildini, og mánadagin varð hann fyri fyrstu ferð tikin út til landsliðið.  

Sólja og Poul eru bæði uppvaksin undir Torvbrekku á Strondum - nær við vøllin - og vit, sum búgva í umráðnum, hava síðani tey vóru heilt lítil, sæð tey spælt bólt á vegnum ella við bólti í hond á veg á vøllin ella heim av vøllinum. Tað sást tíðliga, at tey høvdu serlig evni til fótbóltsspæl, og tað undrar okkum ikki, at tey bæði nú eru kosin ársins ungu fótbóltsleikarar.

Hjartaliga til lukku við heiðrinum, tit bæði - og KOYR Á!

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. des 2024
Skip­anarfundur týsdagin 10. des.
06. des 2024
Svimjihylu­rin stongdur
05. des 2024
Musikk­skúlin hevur jóla­konsert
04. des 2024
Jólahugni í Café Bella
02. des 2024
Jóla­konsert við Suð
01. des 2024
Útgávu­konsert við Simonu Paulu
29. nov 2024
Sjómansk­vinnu­ringu­rin jólahugna
27. nov 2024
Jólasølan hjá barna­ringinum

Send boð til Sjóvar kommunu