Tíðindi
30. sep 2024
Almennur uppstillingarfundur til kommunuvalið
Í sambandi við kommunuvalið, sum verður 12. november, verður skipað fyri almennum uppstillingarfundi í bygdahúsinum á Strondum týskvøldið 8. oktober kl. 19:00.
Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur 7 limir, og sambært kommunuvallógini kann listin tí hava upp til 11 valevni.
Heitt verður á fólk at møta fjølment til fundin. Verða fleiri enn 11 í uppskotið til uppstillingarlistan, skal fundurin taka støðu til, hvørji valevnini verða, ið koma at umboða listan.
Listin skal sambært lóg hava millum 15 og 25 stillarar, og verða hesir eisini funnir á uppstillingarfundinum.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
19. des 2025
Nýtt vinnuøki Innan Glyvur
09. jan 2026
45 fólk fleiri enn 1. januar í fjør
08. jan 2026
Sløkkiliðsmenn verða heiðraðir
07. jan 2026
Áheitan til bilførarar
07. jan 2026
Almenn svimjing byrjar aftur
06. jan 2026
Áheitan um ruskposan
06. jan 2026
Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár
05. jan 2026