Tíðindi

13. jan 2023
Lærarastarv í Stranda skúla
Eitt tíðaravmarkað starv verða lýst leys til setanar frá 30. januar 2023 og restina av skúlaárinum 2022/23:
- Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir einum lærara at undirvísa í føroyskum. Setanarbrotið er 0,5.
Søkt verður eftir lærara, sum:
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- duga at samstarva og er fyrikomandi
- er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
- halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast
- er fúsur at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
- er vanur at nýta teldu í undirvísingini
Førleikakrøv
Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleiki í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum.
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,
Hans Petur Jacobsen,
Strandatún 17
490 Strendur,
hans.petur.jacobsen@skulin.fo
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. januar 2023 kl. 13.00.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.
Í Stranda skúla ganga 145 næmingar og 20 lærarar. Meira er at lesa um skúlan á heimasíðuni: www.strandaskuli.fo.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
12. nov 2022
Fýra grundøkir í Dávagerði til sølu
12. nov 2022
Grundøkir á Strondum til sølu til íbúðarbygging
19. jan 2023
Syngja sálmar í Sjóvar kirkju
17. jan 2023
IRF - Broytingar í innsavningini hesa vikuna
13. jan 2023
Lærarastarv í Stranda skúla
11. jan 2023
Kappróður
09. jan 2023
Hallur Jacobsen og Helgi Olsen fingu viðurkenning og tøkk
09. jan 2023