Tíðindi

01. des 2022

Musikkskúlakonsert í nýggju forhøll skúlans

Hósdagin 1. desember 2022 var árliga jólakonsertin hjá Stranda musikkskúla. Vanligt er at konsertin er í fimleikarhøll skúlans, men hesuferð var avgjørt at halda konsertina í forhøllini - eisini kallað Borgin. Forhøllin er nýumvæld, er hugnalig og sera væl eydnað til tiltøk av hesum slagi. 

Ásbjørn Berthelsen, nýggjur leiðari í Stranda musikkskúla, bjóðaði vælkomin og leiddi konsertina. 

Á skránni var guitartónleikur, trummuleikur, hornblástur, floytuspæl, klarinettspæl og klaverspæl. 

Næmingarnir vístu seg frá síni bestu síðu og góvu okkum áhoyrarum eina sera góða konsertuppliving. 

Stuttligt at hoyra bæði næmingar, sum hava spælt leingi - men eisini hvussu væl tey duga, sum enn bara hava spælt í heilt stutta tíð 

Tað krevur dirvi at spæla konsert fyri fyrstu ferð, og tí var sera stuttligt at síggja so nógv spæla sína fyrstu konsert. 

Vónandi fara vit at hoyra nógv til hesi ungu, sum hvørja viku møta trúliga upp hjá sínum musikkskúlalærara til undirvísing. 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
12. nov 2022
Fýra grundøkir í Dávagerði til sølu
12. nov 2022
Grundøkir á Strondum til sølu til íbúðarbygging
19. jan 2023
Syngja sálmar í Sjóvar kirkju
17. jan 2023
IRF - Broytingar í innsavning­ini hesa vikuna
13. jan 2023
Lærarastarv í Stranda skúla
11. jan 2023
Kappróður
09. jan 2023
Hallur Jacobsen og Helgi Olsen fingu viðurkenning og tøkk
09. jan 2023
Innskriving til 1. flokk
Send boð til Sjóvar kommunu