Tíðindi

26. sep 2022

Christmas Child í Missiónshúsinum á Strondum

Christmas Child verður í Missiónshúsinum á Strondum sunnukvøldið 23. oktober kl.18.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Minnist til at lata 40 kr. pr. eskju í ein brævbjálva omaná eskjuna.

Um onkur hevur spurningar, kunnu tey seta seg í samband við Poulu tlf. 226770, Sigrid tlf. 232757 ella Anna Sofíu tlf. 222813.

HVAT ER CHRISTMAS CHILD?

Christmas Child er eitt tiltak, sum seinastu árini hevur glett líðandi børn við at geva teimum eina skógvaeskju við gávum. Ein skógvaeskja broytir ikki heimin, MEN hetta hevur havt alstóran týdning fyri mong børn kring heimin, síðani tiltakið byrjaði í 1993. Operation Christmas Child er partur av vælgerandi felagsskapinum Samaritan’s Purse, sum eisini skipar fyri øðrum hjálpararbeiði millum neyðstødd.

Meir kunning um Christmas Child.

 

Christmas Child nevndin í Missiónshúsinum á Strondum

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mar 2024
Vár við lýggjum vindi
27. mar 2024
Gleðiligar páskir
27. mar 2024
Páska­reggjaveiða 30. mars
27. mar 2024
Stórt páska­eggjatombola
25. mar 2024
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
25. mar 2024
Broytingar í innsavning­ini undan páskum
25. mar 2024
Skrúvað verður fyri vatninum Innan Glyvur
23. mar 2024
Earth Hour í Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu