Tíðindi

26. sep 2022

Tøk pláss í kvøldskúlanum

Enn eru fleiri tøk pláss til flestu skeiðini, sum Stranda Kvøldskúli bjóðar í vetur.

Hví ganga á kvøldskúla?

Umframt lærdóm innan ávísu fakini, geva flestu skeið á kvøldskúlaskránni møguleika fyri at luttaka í einum góðum og hugnaligum felagsskapi. Hesi bæði í felag eru grundarsteinarnir í kvøldskúlanum. Sostatt er hesin pallur ein gyltur møguleiki at menna seg sosialt, kognitivt, krops- og handaliga. Ongi krøv skulu lúkast fyri at luttaka. Øll, sum vísa áhuga, kunnu melda seg til.

Stranda kvøldskúli hevur í vetur 16 ymisk skeið á skránni. Fleiri av skeiðnum eru afturvendandi, men eisini eru nøkur nýggj skeið á skránni, so sum "Barsilsseymiskeið", "Smíð fyri eldri", "Svimjing fyri fólk við rørslu- og menningartarni" og "Trummu undirvísing".

Flestu skeið vara frá heystfrítíðini til páskirnar, men eisini er tvey vikuskiftisskeið á skránni hesuferð. Annað vikuskiftisskeiðið er "Seyming" og hitt "Virka hosubond og bregda bond".

Øll skeiðini síggjast her, saman við upplýsingum um tilmelding, luttøkugjald v.m.

Stranda kvøldskúli bjóðar ungum sum eldri vælkomnum til eitt nýtt kvøldskúlaár við nógvum fjølbroyttum og spennandi skeiðum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mar 2024
Vár við lýggjum vindi
27. mar 2024
Gleðiligar páskir
27. mar 2024
Stórt páska­eggjatombola
27. mar 2024
Páska­reggjaveiða 30. mars
25. mar 2024
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
25. mar 2024
Broytingar í innsavning­ini undan páskum
25. mar 2024
Skrúvað verður fyri vatninum Innan Glyvur
23. mar 2024
Earth Hour í Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu