Tíðindi

10. aug 2022

Arbeiðsfólk til kommunala toymið

Søkt verður eftir røskum og ágrýtnum arbeiðsfólki at byrja 1. september ella so skjótt sum til ber.

Talan er um fulltíðarstarv eftir sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag ella Føroya Handverkarafelag.

Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða í toymi, sum hevur alt fyrifallandi arbeiði, so sum kirkjugarðar, fríðkan, vegir, vatn, kloakk og viðlíkahald av bygningum hjá kommununi um hendi.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá tekniska leiðaranum á tlf. 23 27 20

Skrivlig umsókn saman við møguligum prógvum skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 19. aug. kl. 12:00

og sendast til: sjk@sjovar.fo
ella við posti til:
Sjóvar kommuna 
Skúlavegur 10 
490  Strendur

Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir, og eisini rættin til ongan umsøkjara at seta.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
17. apr 2024
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 16.04.2024

Send boð til Sjóvar kommunu