Tíðindi

13. jul 2022

Klassisk konsert í Stranda skúla

Týsdagin 19. juli kl. 20.00 verður klassisk konsert í Stranda skúla við Cinthia González, Bjarna Berg og Jóhannes Andreasen.

Konsertin, sum er fyriskipa av Summartónum og Sjóvar kommunu, verður í nýumvældu forhøllini í Stranda skúla. Atgongumerki á kr. 100 kunnu keypast við dyrnar. Møguligt verður at gjalda við gjaldkorti.

Cinthia González er fødd í Kili, og eftir loknan lestur í tónleiki frá Lærda Háskúlan í Talca, flutti hon til Føroyar í 2017. Her syngur hon í kóri, hon er vokalcoach og spælir konsertir sum solistur. Hon er eisini dirigentur og sopran í vokalensemblinum Silvitni.

Á konsertini fer Cinthia at syngja við fylgispæli frá klarinettleikaranum Bjarna Berg, sum er útbúgvin frá konservatoriinum í Reykjavík. Hann hevur spælt saman við fleiri symfoniorkestrum og spælt kamartónleik í ymiskum ensemblum. Í løtuni undirvísir hann í klarinett á Tórshavnar Musikkskúla.

Cinthia og Bjarni fara at framføra føroyskan samtíðartónleik og altjóða tónleik viđ klaverfylgispæli av Jóhannes Andreasen.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
10. aug 2022
Arbeiðs­fólk til kommunala toymið
11. aug 2022
Bergur farin úr starvi
11. aug 2022
Broyting: Strendur, Innan Glyvur og Skála
11. aug 2022
Skúla­byrjan 18. august
10. aug 2022
ELEKTRONIKKVØLD V/­ JAM CRAVATE & THOUGHT UNIVERSE í bygdahúsi­num á Strondum
03. aug 2022
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Stranda Skúla
27. jul 2022
Ruskplássið stongt ólavsøkuaftan
22. jul 2022
Summarfrí
Send boð til Sjóvar kommunu