Tíðindi

22. mai 2022

Stór talgild postarenning runt alla kommununa - Útivikan 2022

Mánadagin 23. mai kl. 08:00 byrjar ein stór talgild postarenning, við talgildum postum goymdum í øllum fimm bygdunum í kommununi.

Postarenningin varir frá mánamorgni 23. mai kl. 08.00 til fríggjakvøld 28. mai kl. 21.00, og sostatt ber til at finna postarnar alt hetta tíðarskeiðið.

Fyri at luttaka mugu tit taka eina app niður á telefonina – appin eitur Mapop og kann takast niður á Google Play ella App Store.

Gevið gætur: Tá ið tit leggja appina inn, verða tit spurd um: “Vil du give Mapop adgang til enhedens lokation?” Her mugu tit svara: ”Mens du bruger appen”. Eisini mugu tit geva Mapop atgongd til: ”medier og billeder”.

Kotan (rutenummer) til postarenningina er: 38651

Hesa kotu skulu tit tasta inn á appina "Mapop", og síðani kunnu tit byrja postarenningina.

Mapop er ein app, sum ger tað møguligt at leggja talgildar postar út á eitt kort. Uppgávan hjá luttakarunum er at ferðast í kommununi og finna hesar postar.

Tá tit eru, har posturin er staðsettur, kemur ein uppgáva til sjóndar á skerminum hjá tykkum. Uppgávurnar eru av ymsum slag og kunnu m.a. verða spurningar, ein selfie ella ein skemtisøga skal forteljast. Eftirfylgjandi verður spurt um loyvi at nýta myndir og skemtisøgur. Tit hava sjálvandi rætt til at nokta hesum.

Tit kunnu ganga, renna, súkkla ella koyra til postarnar – tað er ikki neyðugt at finna allar postarnar sama dag, tí tað er altíð møguligt at fara inn aftur á appina og halda fram har, sum ein slepti síðst.

Øll, sum hava luttikið og verið á øllum postum, fáa ein lítlan vinning á ruddingardegnum leygardagin 28. mai, frá kl. 12.00 í bygdahúsinum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag

Send boð til Sjóvar kommunu