Tíðindi

18. mai 2022

Skráin fyri Útivikuna 2022

Vit kunnu nú kunngera skránna fyri Útivikuna 2022, har tiltøk eru til øll, frá tí yngsta til tann elsta.

Vit byrja longu leygardagin 21. mai og halda fram til sunnudagin 29. mai.

Vit vóna, at tit taka væl undir við tiltøkunum og seta hesar dagarnar av til Útivikuna. Øll tiltøkini á Útivikuni eru ókeypis

Meira kunning um tey ymisku tiltøkini kemur so líðandi á heimasíðu okkara.

 

Leygardagur 21. mai

Kl. 10:00: Dyppa og svim við Sjógv

  • Stað: sunnanfyri bátahylin við Sjógv – har sum vanliga verður dyppað.
  • Øll eru vælkomin – bæði roynd og óroynd, kvinnur og menn í øllum aldri og eisini børn (børnini eru t.d. vælkomin við vátdrakt e.l. – tó er best, um onkur vaksin er við børnunum).
  • Vit skifta í tí stóra skiftirúminum - Møguleiki er eisini at skifta í neystinum hjá Elmu og Jón.
  • Vit bjóða kaffi, te og køkur, umframt saft til børnini – hav egnan kopp við.
  • Vit bjóða eisini kropsskrubban (bodyscrub) eftir dypping.
  • Tey, sum ikki hava verið og dyppað fyrr, ivast kanska í, hvat man skal hava við, so her eru nøkur ráð:
    • Svimjidrakt/svimjibuksur
    • Lastikk til hárið
    • Húgvu
    • Stórt handklæði
    • Handskar og skógvar til vátdrakt, um tit eiga
    • Okkurt at standa á, t.d. lítið eyka handklæði
    • Stóra fløsku av flógvum/heitum vatni
    • Hálvhosur og kanska heita troyggju at fara í aftaná

 

Mánadagur 23. mai

Kl. 08:00: Stór talgild postarenning runt alla kommununa

  • Mánadagin 23. mai kl. 08:00 byrjar ein stór talgild postarenning, við talgildum postum goymdum í øllum fimm bygdunum í kommununi.
  • Postarenningin varir frá mánamorgni 23. mai kl. 08.00 til fríggjakvøld 28. mai kl. 21.00, og sostatt ber til at finna postarnar alt hetta tíðarskeiðið.
  • Fyri at luttaka mugu tit taka eina app niður á telefonina – appin eitur Mapop og kann takast niður á Google Play ella App Store.
  • Gevið gætur: Tá ið tit leggja appina inn, verða tit spurd um: “Vil du give Mapop adgang til enhedens lokation?” Her mugu tit svara: ”Mens du bruger appen”. Eisini mugu tit geva Mapop atgongd til: ”medier og billeder”.
  • Kotan (rutenummer) til postarenningina er: 38651. Hesa kotu skulu tit tasta inn á appina "Mapop", og síðani kunnu tit byrja postarenningina. Í greinini kunnu tit lesa meir um hvussu tit luttaka í postarenningini.
  • Mapop er ein app, sum ger tað møguligt at leggja talgildar postar út á eitt kort. Uppgávan hjá luttakarunum er at ferðast í kommununi og finna hesar postar.
  • Tá tit eru, har posturin er staðsettur, kemur ein uppgáva til sjóndar á skerminum hjá tykkum. Uppgávurnar eru av ymsum slag og kunnu m.a. verða spurningar, ein selfie ella ein skemtisøga skal forteljast. Eftirfylgjandi verður spurt um loyvi at nýta myndir og skemtisøgur. Tit hava sjálvandi rætt til at nokta hesum.
  • Tit kunnu ganga, renna, súkkla ella koyra til postarnar – tað er ikki neyðugt at finna allar postarnar sama dag, tí tað er altíð møguligt at fara inn aftur á appina og halda fram har, sum ein slepti síðst.
  • Øll, sum hava luttikið og verið á øllum postum, fáa ein lítlan vinning á ruddingardegnum leygardagin 28. mai, frá kl. 12.00 í bygdahúsinum.

 

Týsdagur 24. mai

Kl. 18:00: Gongutúrur við frásøgufólkum í komandi býlingum á Strondum

  • Gongutúrur við frásøgufólkum verður týsdagin 24. mai kl. 18 í nýggjastu útstykkingunum á Strondum - við Hálsatjørn, við Nónvarða, Lágargerði v.m.
  • Áðrenn økini verða løgd við asfalti og betongi, fara vit at ganga runt í umráðnum saman við frásøgufólki, sum greiða frá og hugleiða um gamlar dagar.
  • Túrurin byrjar og endar við bygdahúsið.
  • Aftaná túrin verður bjóðað til drekkamunn í kjallaranum í bygdahúsinum.

 

Mikudagur 25. mai

Kl. 09:15: Venjing fyri pensionistar (67+) á vøllinum við bygdahúsið á Strondum

  • Fysioterapeutar hjá Roðanum hava venjingina.
  • Øll eru vælkomin, eisini tey, sum ikki plaga at venja í høllini á Skála.
  • Aftaná verður okkurt leskandi at fáa.

Kl. 18:00: Krabbaveiða á Kumlum (á eystursíðuni í Tanga) – Havið glúp og spann við

 

Hósdagur 26. mai

Kl. 14:00: Gongutúrur fyri borgarar í Sjóvar kommunu av Selatrað norður í haga við ferðaleiðara – gongutúrurin endar við Hagagjógv, har sluppin Norðlýsið bíðar og siglir gongufólkið aftur til Selatrað.

  • Túrurin byrjar við bátahylin á Selatrað.
  • Gingið verður eftir vegnum til Grønabergsrættina, og síðani niðan á Flogið fram við Ærgisgjógv. Harfrá verður gingið norður á Høvda, har vit kunnu hyggja niður í Hagagjógv. Síðan ganga vit eftir Titaryggi niðan undir Grønubrekku, fram við Breiðavatn og norður til Oyrargjógv. Á veg oman til Hagagjógv ganga vit gjøgnum Gjótustíggj.
  • Ímeðan siglt verður heim aftur við Norðlýsinum, bjóða vit suppu til gongufólkið.
  • Samlaði túrurin tekur áleið 4 tímar – gongutúrurin er ein miðal harður fjallatúrur.
  • Túrurin er ókeypis. Neyðugt er tó við tilmelding á tlf. 232725. Freistin at melda seg til er mánadagin 23. mai kl. 12.00 – tað er avmarkað pláss á túrinum, og tí brúka vit ”først til mølle” prinsippið.

 

Fríggjadagur 27. mai

Kl. 18:00: Grilling við Lítlafløtt – hvør hevur sítt við, sum tey ætla at grilla

  • Uml. kl.18.30 verða spøl fyriskipað á vøllinum

 

Leygardagur 28. mai

Kl. 09:00: Ruddingardagur

  • Byrjað verður við morgunmati kl. 09.00 á ymiskum støðum – bygdahúsið á Strondum, í missiónshúsinum á Selatrað og á Geilini 15 Innan Glyvur.
  • Eftir morgunmatin verður farið út at rudda.
  • Kl. 12.00 bjóðar Sjóvar kommuna øllum, sum hava ruddað, til døgverða í bygdahúsinum.

 

Sunnudagur 29. mai

Kl. 14:00: Gongutúrur eftir fjallatindum frá Skála til Strendur

  • Møtast við bygdahúsið á Strondum kl. 14, har bussur koyrir øll inn til Gjógvará á Skála
  • Frá Gjógvará verður farið til gongu eftir varðagøtuni niðan á Selatraðskarð – vit steðga á nakrar ferðir ávegis niðan og fáa frásagnir um økið.
  • Frá Selatraðskarði verður farið upp á Slættafelli, og síðani verður gingið eftir fjallatindunum út á Strandafjall
  • Havið matpakka við, sum verður notin, tá túrurin er komin í helvt.
  • Túrurin tekur uml. 4 tímar og er ein miðal harður fjallatúrur.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mar 2024
Vár við lýggjum vindi
27. mar 2024
Gleðiligar páskir
27. mar 2024
Stórt páska­eggjatombola
27. mar 2024
Páska­reggjaveiða 30. mars
25. mar 2024
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
25. mar 2024
Broytingar í innsavning­ini undan páskum
25. mar 2024
Skrúvað verður fyri vatninum Innan Glyvur
23. mar 2024
Earth Hour í Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu