Tíðindi

Námsfrøðiligur ráðgevi til Lítlafløtt
Námsfrøðiligur ráðgevi til Lítlafløtt
Søkt verður eftir námsfrøðiligum ráðgeva til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum at byrja 15. august ella eftir nærri avtalu.
Uppgávurnar hjá námsfrøðiliga ráðgevanum eru m.a.:
· at ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum
· at gera námsfrøðiligar eygleiðingar av børnunum
· at gera menningarætlanir
· at menna TÍTT sum amboð á stovninum
· í samstarvi við stovnsleiðsluni at menna námsfrøðiliga tilboðið á stovninum
Talan er um eitt fakliga mennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Starvsetanin verður sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, og er lønt á lønarstigi 17-24.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sóleyð Debes Joensen, dagstovnaleiðara,
á tlf. 232747.
Umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. mai 2022, kl. 12:00, og verður at senda til: litliflottur@sjovar.fo, ella:
Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur