Tíðindi
11. jan 2022
Fyrilestur um rúsevnismisnýtslu millum ung
Mikudagin 19. januar 2022 kl. 19:00-20.30 verður almennur fyrilestur í bygdahúsinum á Strondum. Evnið er "Rúsevnismisnýtsla millum ung", og fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur.
Tað er viðgerðarstovnurin Frælsi sum ferðast runt landið, og saman við kommunum fyriskipar fyrilesturin.
Erling Fles fer millum annað at greiða frá:
- Hvat er rúsevnismisnýtsla?
- Hví taka so nógv ung rúsevni í dag?
- Hvussu kunnu vit fyribyrgja rúsevnismisnýtslu?
- Hvørji eyðkenni skal ein vera varugur við?
- Hvussu hjálpa vit ungum við rúsevnismisnýtslu?
Høvi verður eisini at seta spurningar.
Fyrilesturin er almennur og er viðkomandi fyri foreldur og starvsfólk og umsorganarpersónar, sum eru um ung í gerandisdegnum.
Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Eftir fyrilesturin verður bjóðað til ein lítlan kaffimunn.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúlaframsýningini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsinum á Strondum
02. apr 2024
Páskareggjaveiðan 2024
01. mar 2024
Vártalent
29. jan 2024
Myndarøð: Innskriving til 1. flokk
22. jan 2024
Myndarød: Børn og vaksin sleta 19 januar.
24. nov 2023
Lýst verður við fundi at endurstovna Stranda Sjónleikarafelag
20. nov 2023