Tíðindi

21. okt 2021

Endurvinning og skapan fyri eldri 67+

Eigur tú okkurt gamalt plagg ella onkran gamlan lut, sum tú ikki nýtir meira? Hví ikki enduskapa plaggið ella lutin, ístaðin fyri at keypa nýtt?

Hesum hevur tú møguleika fyri á nýggja og áhugaverda skeiðnum, sum er partur av skránni í Stranda kvøldskúla í vetur.  

Kvøldskúlaskeiðið kallast ”Endurvinning og skapan fyri eldri 67+”, og tað er á fyrsta sinni, at hetta skapandi og burðardygga skeið fer av bakkastokki í kvøldskúlanum á Strondum.

Á skeiðnum verður klipt, seymað og límað. Á henda hátt verður blást lív í aftur gomul pløgg og gamlar lutir, sum eru í góðum standi, men bert treingja til eina kæra hond.

Ljóðar hetta tiltalandi, og eigur tú skapandi evni, sum fegin vilja sleppa fram í ljósið, er hetta skeiðið fyri teg.  

Kára Rasmussen er undirvísari á skeiðnum, sum verður fríggjadagar frá kl. 15.00 til 17.00.

Tilmelding fer fram hjá skeiðshaldaranum á tlf. 447540/223833.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mar 2024
Vár við lýggjum vindi
27. mar 2024
Gleðiligar páskir
27. mar 2024
Stórt páska­eggjatombola
27. mar 2024
Páska­reggjaveiða 30. mars
25. mar 2024
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
25. mar 2024
Broytingar í innsavning­ini undan páskum
25. mar 2024
Skrúvað verður fyri vatninum Innan Glyvur
23. mar 2024
Earth Hour í Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu