Tíðindi

20. okt 2021

Strálan - Eydnuhjól og stuðulsbrøv

Gott eydnuhjól við nógvum góðum vinningum verður í bygdahúsinum á Strondum leygarkvøldið 23. oktober kl. 19.30.

At vinna verður m.a. krov - ferðaseðil við Atlantic - olja frá Effo - nógv gávukort og nógvur matur.

Pengarnir sum koma inn fara til nýggja kappróðrarbátin.

Lutaseðlarnir, í samband við stuðulsbrøvini, verða trektir síðst á kvøldinum.

Møguligt verður at gjalda við gjaldskorti.

Øll eru hjartaliga vælkomin í bygdahúsið leygarkvøldið at stuðla.

 

Stuðulsbrøv

Ein annar máti at stuðla Stráluni er við at keypa stuðulsbrøv, sum kosta 300 kr., og sum geva tær ein lutaseðil.

Fleiri stuðulsbrøv = fleiri lutaseðlar.

Vit trekkja millum øll stuðulsbrøvini síðst á kvøldinum 23. oktober, tá vit hava eydnuhjól í bygdahúsinum.

Vinningar:
1. Gávukort frá Atlantic 2000 kr
2. Gávukort frá Brandan 1500 kr
3. Gávukort 1000 kr frá SMS
4. Føroyskt krov
5. Føroyskt krov

Stuðulsbrøv kunnu keypast við at flyta pening á konto: 9181-5572098 (viðmerk navnið á tær).

Møguleiki verður eisini at keypa stuðulsbrøv undir sjálvum eydnuhjólinum frá teimum, sum sita við terminalin.

Vit siga stóra tøkk fyri allan stuðul, sum vit fáa.

 

Strálan

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
29. nov 2021
Jóla­tiltak á Høvda
29. nov 2021
Kommunustýrsfundu­rin fluttur til bygdahúsið
26. nov 2021
Kirkjugongd sunnudagin
26. nov 2021
Jólasølan hjá Barna­ringi­num - hesir lutaseðlar vunnu
22. nov 2021
Kommunustýrisfundu­rin útsettur eina viku
19. nov 2021
Jólatræið verður tendrað
18. nov 2021
Opið Atelier – framsýning á Strondum
17. nov 2021
Nýggj kunning frá kommunulæknanum
Send fyrispurning