Tíðindi

20. okt 2021

Stranda sangkór

Í kvøld kl. 19. 30 er fyrsta venjing hjá Stranda sangkóri. Fleiri hava teknað seg til sangvenjing, men pláss er fyri fleiri. Kórleiðarin í kórinum, Ásbjørn Berthelsen, leggur áherðslu á, at øll sangáhugað eru vælkomin í kórið, men sendir eina serliga áheitan til menninar um at melda til luttøku.

Stranda sangkór er ikki eitt nýtt fyribrigdi. Pápi Ásbjørn, Ámundur Berthelsen, var í fleiri ár kórleiðari í Stranda sangkóri. Ásbjørn greiðir frá, at hann trúfastur var við pápa sínum til venjing, og soleiðis hava kórsangur og kórleiðsla frá barnsbeini verið natúrligir fylgisveinar hjá núverandi kórleiðaranum. Tankarnir um at endurstovna kórið hevur spøkt í nøkur ár, og nú var tíðin búgvin til høvið.

Stranda sangkór verður ein partur av Stranda kvøldskúla og vant verður í skúlanum mikudagar kl. 19.30. Sangrepertoire fevnir um traditionellar, føroyskar sangir, umframt okkurt nýtt og forvitnisligt. Allar sangglaðar sálir eru vælkomnar at syngja við Stranda Sangkóri, og tilmelding fer fram við at seta seg í samband við kórleiðaran á tlf. 222401.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
07. jul 2025
Varaleiðari til Lítlafløtt
04. jul 2025
Námsfrøði­ligur ráðgevi til Lítlafløtt
01. jul 2025
U21 leikarar­nir komnir heim við bronsuni
30. jun 2025
Kommunulækna­viðtalan opin aftur sum vanligt
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
28. jun 2025
Størsta skip nakrantíð í Sjóvar havn
27. jun 2025
Útihondbóltskapping á vøllinum við bygdahúsið
26. jun 2025
Myndir frá framløguni av staðarnøv­num á Selatrað

Send boð til Sjóvar kommunu