Tíðindi

20. okt 2021

Vápnatrygdarskeið á Strondum

Leygardagin 30. oktober verður skipað fyri vápnatrygdarskeiði á Strondum.

Skeiðið verður hildið í Stranda skúla frá kl. 10.00 og úteftir. 

Trygdarskeiðið lýkur øll krøv í broyttu vápnalógini. Skeiðið er sett saman av einum ástøðiligum og einum verkligum parti. Báðir partar enda við eini stuttari roynd. Verkligið parturin verður avgreiddur uttandura, og tí er neyðugt við fótbúnaði og klæðum sum eru egnaði til váttligar umstøður.

Kostnaðurin fyri skeiðið er 1.000 kr., íroknað ábit og útgerð til skeiðið. Gjaldast kann við reiðum peningi á skeiðnum ella við at flyta peningin á konto: 9181-4480270, og hava kvittan við á skeiðið.

Tá ið tú hevur staðið vápnatrygdarskeiðið, hevur tú møguleika at søkja um vápnaprógv.

Tað er ikki neyðugt at eiga byrsu fyri at tilmeldað seg skeiðið. Øll, bæði royndir og minni royndir skjúttar, eru tí vælkomin at melda til skeiðið.

Undirvísari er Jónstein Johannesen.

Tilmelding á eysturskot@gmail.fo - Vinaliga upplýsið navn og bústað.

Meir kunning um vápnatrygdarskeið, vápnaprógv o.a. kann lesast her.
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag

Send boð til Sjóvar kommunu