Tíðindi

14. sep 2021

Jóhanna givin sum heilsufrøðingur

Jóhanna Danielsen, sum í eitt mannaminni hevur virkað sum heilsufrøðingur í okkara øki, hevur sagt seg úr starvi.

Tá Jóhanna byrjaði í starvi, var heitið heilsusystir, sum fevndi um øll børn frá føðing til tey vóru liðug við fólkaskúlan. Síðani er heitið broytt til heilsufrøðingur og skúlaheilsufrøðingur, men uppgávurnar hava verið so at siga tær somu øll árini, nevniliga at veita fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar, umframt at vegleiða um heilsu, menning og trivnað hjá barninum. Virksemið hjá heilsufrøðinginum verður vanliga skipað við heimavitjan, foreldraráðgeving, mammubólkum, vitjan í skúlunum og øðrum. 

Jóhanna hevur í sínum starvi hitt hundraðtals nýføðingar í Sjóvar kommunu, á Skála, í Skálafirði, Oyndarfirði, Funningsfirđi og Elduvík og hon hevur fylgt teimum heilt til tey fóru úr skúlanum. 

Góða Jóhanna
Við tøkk fyri samstarvið og tað megnar arbeiðið, tú hevur gjørt okkara børnum og foreldrum at frama, ynskja vit tær blíðan byrð.

Sjóvar kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. sep 2021
Skráin fyri Stranda kvøldskúla veturin 2021/­2022
24. sep 2021
Eingin lækni í dag
22. sep 2021
Burturbeining av leivdum frá fletting
22. sep 2021
Kommunustýrisfundur 27.09.2021
20. sep 2021
Marknaðardagur í bygdahúsinum
20. sep 2021
Burturk­ast í grótbrotinum
16. sep 2021
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna við Skálafjørðin
14. sep 2021
Morgunkaffi byrjar aftur
Send fyrispurning