Tíðindi

13. apr 2021

Nýtt súkklu- og triathlonfelag stovnað á Skálafjørðinum

Mánakvøldið 12. apríl 2021 gjørdist søguligur dagur fyri súkklu- og triathlon ítróttin í Føroyum, tá ið ein áhugabólkur á vestara armi á Skálafjørðinum tók stig til at skipa seg í eitt ítróttarfelag undir Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon.

Stovnandi bólkurin valdi eina trýmannanevnd og eitt fyribils navn til felagið "Skálafjarðar Triathlon og Súkklufelag". Nevndin sigur frá, at felagið fæst við allar ítróttargreinar skipaðar undir sambandinum, og lýsir, at navna- og búmerkjakapping verður lýst í næstum at finna eitt gott navn og búmerki til felagið.

Nevndin vil virka fyri at menna ítróttin triathlon og súkkling í økinum. Vit ætla, at hetta skal verða eitt savnandi felag, har pláss skal verða fyri ymiskleikanum, og har øll kunnu verða við, hvør á sínum støði. Vit fara at arbeiða við felags túrum á ymiskum vegastrekkjum, so øll kunnu verða við. Eisini fara vit at hava skipaðar venjingar fyri bæði børn og vaksin. Somuleiðis vil felagið skipa kappingar í økinum. Nógvar góðar súkklurutur eru í økinum og kring fjørðin. Tí vil nevndin virka fyri, at hetta økið gerst eitt virkið súkkluøki.

Í nevndina vórðu vald Rigmor í Króki Rasmussen sum forkvinna og André Frederiksberg Danielsen og Torleif Thorleifsson sum nevndarlimir. Rigmor er fyrsta kvinna, sum tekur við formanssessinum í einum føroyskum súkklu- og triathlonfelagi, so nógvar gleðiligar og søguligar hendingar vóru hetta kvøldið á Strondum.

Formaðurin í sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon, Kári Davidsen, saman við mennaranum í sambandinum, Helga Winther Olsen, luttóku eisini á fundinum, og góvu nevnd og stovnarum góð ráð í skipanini av nýggja felagnum.

Í Sjóvar kommunu fegnast vit um, at enn eitt ítróttarfelag fer at virka í økinum, soleiðis at børn sum vaksin hava fleiri fjølbroytt ítróttartilboð at velja millum.

Sjóvar kommuna ynskir felagnum hjartaliga til lukku við stovnanini og alla besta eydnu frameftir.

Við vón um gott samstarv.

Nakrar myndir frá fundinum í gjár síggjast niðanfyri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl
11. apr 2024
Eydnuhjólið hjá Barna­ringinum

Send boð til Sjóvar kommunu