Tíðindi

08. apr 2021

Søkt verður eftir sosialráðgeva

Eitt starv sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin er leyst at søkja til setan 1. mai 2021 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er full tíð.
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík.

Á deildini starvast seks fólk: skrivari, sosialráðgevar og sálarfrøðingur.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Arbeiðsuppgávur:
• málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin
• fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
• samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
• vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni

Vit ynskja okkum starvsfólk, sum:
• hava góð samskiftis- og samstarvsevni
• vilja samstarva og duga at síggja loysnir
• tola at arbeiða undir trýsti
• hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt

Førleikakrøv:
• Útbúgvin sosialráðgevi
• Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast umvegis starvslýsingina á
runavik.fo/leys-storv seinasta lagi 20. apríl 2021.

Løn og setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Nærri upplýsingar:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingrid Jensen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237091.

Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 6.500 fólk.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl

Send boð til Sjóvar kommunu